Tá ið Suðuroyartunnilin verður tikin í brúk, eru tað serliga á tveimum økjum, at suðuroyingar skulu vera væl fyrireikaður.
Tað gjørdi Jørgen Niclasen tingmaður fyri Fólkaflokkin, greitt á tiltaki hjá flokkinum hendan dagin ætlanin at gera Suðuroyartunnilin.
Hann er sørvingur og tosar út frá teimum royndum tey gjørdu sær, tá ið Vágatunnilin varð tikin i brúk.
Fyrra treytin er at hava nokk av grundstykkjum til taks og onnur treytin er at hava nokk av ansingarplássum til børnini.
Hann sigur, at í Vágum sá hann, hvussu stóran týdning tað hevði. Hann sigur, at í Vágum var nokk av ansingarplássum, so tað var eingin trupulleiki.
Men tað var bara í Sandavági, at tey høvdu eina útstykking við grundstykkjum klára tá ið tunnilin læt upp, legði hann afturat - og síðani er tað eisini Sandavágur, sum er vaksin mest.
Tá ið Vágatunnilin kom, búðu sløk 800 fólk í Sandavági, men nú eru tey 1.050 í tali.
Men beinanvegin tunnilin var komin, fóru tey eisini undir útstykkingar í Sørvági, og úrslitið av tí er, at Sørvágur er tann bygdin, sum er vaksin næstmest. Tá ið tunnilin kom, búðu 980 fólk í Sørvági, men nú búgva 1.160 fólk í bygdini.
Í Miðvági, høvdu tey ikki grundstykki tøk og tey eru eisini vaksin minst, og Miðvágur, sum altíð hevur verið størri enn Sørvágur, er nú minni enn Sørvágur.
– Tá ið tunnilin er komin, fer ein broyting at henda, men hon kemur spakiliga - og hon kemur fyrst, har tað er klárt at. taka ímóti fólki. So tit mugu vera klár við útstykkingum - tey verða ikki seld alt fyri eitt, men so líðandi, ljóðaði hyggjuráðini frá tingmanninum til suðuroyingar.