Hóast Ongland nú er komið í hálvfinaluna í EM, so hevur liðið ikki spælt ein einasta dyst, har teir hava sannført fólk um, at teir kunnu vinna kappingina.
Tað gjørdi Ongland – sum undan kappingini var størsti favoritturin at vinna – heldur ikki, tá teir í kvøld vunnu á Sveis, og komu víðari í hálvfinaluna. – Hóast teir henda dystin spældu betur, enn teir undanfarnu.
Dysturin var merktur av defensivum taktikki, har óttin fyri at tapa alla tíðina var størri enn vónin um at vinna. Ein heilt, heilt annar dystur enn tann í gjár, har bæði Portugal og Frakland spældu undirhaldandi álopsfótbólt frá byrjan til enda.
Eftir longda leiktíð endaði tað – enn eina ferð – við brotssparkskapping. Ongland hevur søguliga sera ringar royndir við hesum – men í kvøld bragdaði. Jordan Pickford í enska málinum – sum ikki hevur tikið eitt einasta brotsspark á liðið sínum Everton í ár – tók bjargaði fyrstu sveisisku royndini, og tað var nóg mikið. Ensku stjørnirnar vóru allar sera tryggar, og tá Trent-Alexander Arnold setti fimta skotið í netið, var liðugt. Úrslitið gjørdist 5-3.
Ongland skal spæla móti vinnaranum av dystinum ímillum Holland og Turkalandi í hálvfinaluni.
So favorittarnir hava fingið tey úrslit, teir skuldu hava.
Men skulu teir seta lond sum Frakland og Spania til viks, so skulu teir spæla betur enn í kvøld.