James Pearce frá The Athletic boðaði í gjár frá, at Liverpool liðformaðurin var til ta kravdu læknakanningina fríggjadagin.
- Henderson bíðar eftir pappírarbeiðinum fyri at fáa avtaluna á pláss. Ætlanin er at fara upp í venjingarleguna hjá Al Ettifaq í Kroatia í komandi viku, skrivar hann.
Al Ettifaq og Liverpool blivu samd um ein keypsprís mikudagin eftir drúgvar samráðingar. Prísurin liggur á umleið 12 milliónir pund.
Sambært Pearce hevur 33 ára gamli Jordan Henderson skrivað undir ein trý ára sáttmála.
Al Ettifaq vónaði í fyrsta umfari, at ogna sær miðvallaran ókeypis. Hetta kom aldrin uppá tal, skrivar James Pearce.
Í vikuskiftinum váttaði kendi og álítandi journalisturin Fabrizio Romano søguna á Twitter, og skrivaði at avtalan verður skrivað undir í hesi vikuni.
Harvið endar eitt 12 ára langt tíðarskeið á Anfield fyri Jordan Henderson. Henderson spældi 492 dystir fyri Liverpool eftir sítt skifti frá Sunderland í 2011.
Í síni tíð í Liverpool náddi Henderson, at vinna alt, sum vinnast kundi.