Jónvør verður dygdarmennari í Nánd

Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og master í geriatriskari sjúkrarøkt, er sett sum dygdarmennari í Nánd Heimatænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu

Tíðindaskriv
24. januar 2022 kl. 16:02

Jónvør hevur starvast á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu í fleiri ár, harímillum sum dygdarmennari. Seinastu árini hevur hon starvast sum aðalskrivari hjá MEGD.

Jónvør byrjar í starvinum 1. apríl 2022 og kemur saman við hinum starvsfólkunum í Nánd millum annað at menna tænasturnar, gera kunnandi tilfar, dagføra og íverkseta mannagongdir og menningarætlanir, og at tryggja, at fakligir standardir, leiðreglur og lógir verða fylgdar.

Jónvør er ættað úr Leirvík og býr í Havn. Hon gleðir seg at koma í starv í Nánd og koma nærri heimbygdini.