Jónas rann frá øllum
Jónas Gunnleivsson Isaksen úr Kvívík vann fyri løtu síðani EM finaluna í 400 metra renning
Ragnar Sjúrðarson
9. august 2023 kl. 17:23
Jónas Gunnleivsson Isaksen er evropameistari í 400 metra renning.
Ungi kvívíkingurin rann 400 metrar við tíðini 45,86 sekund. Nummar tvey gjørdist Charlie Carvel úr Bretlandi 46,08, og nummar trý gjørdist Maksymilian Szwed úr Polandi 46,31
Tíðin hjá Jónasi er nýtt føroyskt met og nýtt danskt ungdómsmet.
Jónas rennur fyri danska landsliðið, tí Føroyar ikki eru limur Í IAAF, ið er altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt.