Tað var Jónas Gunleivsson Isaksen, sum á Ítróttarfagnaðinum í Løkshøll í kvøld var kosin at vera ársins stjørnuskot. Hann vann EM fyri U-19 á 400 metra teininum og gull á Oyggjaleikunum, nú verður næsta takið at luttaka í HM kappingini í Suðuramerika.
Tað var Høgni Kunoy Dávason, sum handaði heiðurin og kekkin á 5 túsund krónur.
-Fyrr møtti hann upp og gjørdi tað, sum hann var biðin at gera. Nú er tað heilt annar seriøsitetur í venjingunum, søgdu venjararnir báðir, sum rokna við, at ársins stjørnuskot hevur møguleika at røkka heilt langt.
-Nú verður tað HM, og so fari at eg venja fram ímóti at verða úttikin at luttaka í OL, segði stjørnuskotið.
Tað var Høgni Kunoy Dávason, taekwondo íðkari og venjari sum handaði Jónasi heiðurin.
Jónas fegnast um heiðurin, og eitt minniligt 2023. Jónas fer at venja hart til junior-HM í Lima í Peru, ið verður í august. Tað stóra málið er OL í 2028, segði Jónas í samrøðu við Sáru Jógvansdóttir.
Hini innstillaðu vóru Rakel Brattalíð Tindskarð og U19-landsliðið hjá monnum í hondbólti.