Í morgin, mánadagin, kemur fjórði partur av listapoddvarpinum List í Støðum. Gesturin er Jón Sonni Jensen, sum bjóðar okkum inn í atelierið, arbeiðsrúmið á Kerjum, har hann framleiðir sína skulpturellu list í stóran mun úr tilfari, ið vanliga verður nýtt í byggivinnuni.
Jón Sonni er uppvaksin í Vestmanna og hevur verið framsýnandi listafólk síðani 2007. Hansara tilgongd til listina er at skapa sálarfrøðiligar spenningar millum andstygd og atdrátt við at seta sjóneykuna á tað kropsliga, at eftirgera lívfrøðiligar yvirflatur sum til dømis húð, ið samstundisliga kunnu vekja mótstríðandi kenslur sum fremmandagerð og afturkenning. Prátið snýr seg nógv um tað evnisliga og um rúm og hvørja ávirkan tey hava á listaverk, bæði tá tey skulu framleiðast og framsýnast.
Jón Sonni Jensen varð útbúgvin listamaður á Norwich University College of the Fine Arts í 2012 og virkaði í nøkur ár eftir tað sum grafiskur sniðgevi hjá Deko&print, áðrenn hann gjørdi av at starvast sum fulltíðar listafólk, og tað hevur givið avkast. Hann telist í dag millum Føroya fremstu og mest tankavekjandi kunstnarar.
Trygvi Danielsen hevur upptikið og klipt poddin í samstarvi við Dimmalætting og við stuðli úr Miðlastuðulsnevndini.