Jón Rói hevur tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hann hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.
Jón Rói hevur verið ávikavist hjá kommunulækna Arnhold Jensen í Norðoya læknadømi, hjá kommunulækna Djóna Sandberg Joensen í Vága læknadømi og teir seinastu 7 mánaðarnar í viðtaluni hjá Bjarna Wardum, kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.
Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 13 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Í 2025 verða eftir ætlan 5 læknar útbúnir sum serlæknar í almennum medisini.
Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.