Sprelski leirvíkingurin hevur farnu árini fleiri ferð gjørt vart við seg. Í 2020 gav hann sítt fyrsta lag “You Got The Fire” út, í 2021 gav hann sítt annað lag út saman við einum sjónbandalagi, ið kallaðist “Don´t Need Your Love”. Harumframt var hann til FMA í 2021 eisini tilnevndur sum ársins nýggja navn.
Nýggja staklagið er lætt og positivt at lurta eftir. Hetta er fyrstu ferð Jón Eliassen stendur sum framleiðari, og við sær hevur hann Hans Poulsen sum hevur co-framleitt og mastrað. Jón stendur fyri øllum upptøkunum og spælir øll ljóðførini sjálvur. Tónleikurin er upplyftandi, elektroniskur og kemur undir sjangruna synth/pop.
-Boðskapurin í lagnum er, at ein kann finna gleði og troyst á dansigólvinum. Lagið snýr seg um at troysta eitt annað menniskja, í hesum føri við dansi. Tú fært tað gott, um tú kemur til mítt midnight disco, greiðir Jón Eliassen frá.
Stendur tað til Jón Eliassen, fara vit at hoyra meira til hansara seinni í ár:
-Higartil havi eg útgivið eitt lag út um árið, men í ár sikti eg eftir at útgeva tvey løg afturat, umframt at spæla fleiri konsertir greiðir Jón Eliassen at enda frá.