Mynd: Paul Childs/Reuters/Ritzau Scanpix
Jon Dahl Tomasson er nýggjur svenskur landsliðsvenjari
Danin hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi til og við HM í 2026
Fríðmundur Nattestad
26. februar 2024 kl. 16:30
Svenska fótbóltssambandið váttar á heimasíðu sínari í dag, at fyrrverandi danska landsliðsleikarin, Jon Dahl Tomasson, er nýggjur svenskur landsliðsvenjari.
- Vit meta tað vera eina styrki, at hann hevur gott skil fyri landsliðsarbeiði, eftir fleiri ár sum hjálparvenjari á danska landsliðnum. Hann hevur eisini góðar royndir sum leikari, og var millum annað liðskipari á danska landsliðnum, sigur svenski fótbóltsstjórin, Kim Källström.
Jon Dahl Tomasson hevur seinastu tvey árini verið venjari hjá Blackburn Rovers í næstubestu ensku deildini.
Sáttmálin ímillum danska venjaran og svenska fótbóltssambandið er galdandi til og við HM í 2026.