Jóla skipið vitjar
Er tað nakað, sum børnini altíð ynskja sær at sleppa til, tá ið jólini nærkast, so er tað, tá ið jólaskipið kemur á vitjan. Í ár kemur jólaskipið í Runavíkar Kommunu á vitjan leygardagin 14. desembur, og tað er einki at ivast í, at nógv børn fara at leita sær oman á bryggjuna at taka ímóti skipinum, sum hevur fult av jóla monn um umborð. Spennandi verður eisini at frætta, um jólamenninir eiga okk urt gott at bjóða børn un um. Tað plaga teir at gera.
Jólini verða sungin inn
andi kring alt landið undan jólum, er at syngja jól ini inn. Soleiðis er eisini í Runavíkar Kommunu, og árið í ár er einki undantak í so máta. 2. sunnudag í advent, 8. desembur, verða jólini sungin inn í Skála kirkju. Eina góða viku seinni, hósdagin tann 19. desembur, verða jólini sungin inn enn einaferð. Hesa ferð verður tað í Glyvra Kirkju. Tónleikurin fyllir nógv í jólaskránni hjá Visit Runavík. Umframt tiltøkini, har jólini verða sungin. Verður skipað fyri sálmakvøldi í Funningi sunnudagin 15. desembur, og týsdagin 17. desembur verð ur jólakonsert í GuluSmiðju við navnframa gentubólki num Sway.
Ivaleyst størsta aftur vend andi tónleikatiltakið undan jól um í Runavíkar Kommunu er “jól við Løkin”. Her er talan um eina stórfingna uppsetan við stórum bólki og nógv um sangarum og gesta sangarum. Jól við Løkin verður leygardagin og sunnudagin 14.15. desembur, og tað er einki at ivast í, at áhugin fyri hesum tiltakinum er sera stórur, og gravgangur plagar at vera eftir at gongu merkjunum.
Jólatrøini í Runavík verða tendrað um vikuskiftið
Komandi vikuskifti verða øll jólatrøini í Runavíkar Kommunu tendrað. Tey fyrstu verða tendrað longu leygar dagin. Lagt verður til brots í Oyndarfirði klokkan 13.30, og síðani verður hildið fram fyrst við Gulu Smiðju í Runavík klokkan 16, meðan tað á Skála verður tendrað klokkan 18. Seinasta jóla træið í Runa víkar Kommunu, sum verður tendrað leygardagin, er træið í Skála firði, ið verður tendrað klokkan 19
Sunnudagin verða jóla trøini í Rituvík, Lamba, Søldarfirði, á Skipanesi, í Funningsfirði, Elduvík, Funningi og í Æðuvík tendrað. Nærri kunning um tíðspunkt og annað sæst á Facebookvanganum “Jól í Runavíkar Kommunu”. Nes Sóknar Musikfelag kemur at spæla í sambandi við, at jólatrøini verða tendrað, og eisini vitjar brandbilurin við jólamonnum.