Jólini 1914: Tá hermenn løgdu vápnini

Kanónirnar tagnaðu og hermenn komu upp úr skotgrøvunum jóladag í 1914 at ynskja hvørjum øðrum gleðilig jól

Emil L. Jacobsen
25. desember 2022 kl. 09:55

Í juli 1914 vóru stórveldini í Evropa farin í kríggj við Bretlandi, Fraklandi og Russlandi øðrumegin og Týsklandi, Eysturríki-Ungarn og ottomanska ríkinum hinumegin.

Á vestara hermótinum í norðurfraklandi og Belgia høvdu partarnir víðgirt seg í skotgrøvum, og harvið kom hvørgin parturin veruliga víðari.

Soleiðis var støðan, tá jólini 1914 komu. Longu 7. desember hevði pávin Bænadikt XV heitt á londini í kríggi um at fáa eina vápnahvíld í lag á jólum, men londini vildu ikki ganga umbønini á møti.

Men í staðin valdu hermenninir sjálvir at leggja vápnini í tí, sum seinni fekk navnið ”the Christmas truce” ella ”jólavápnahvíldin”.

Nógvar søgur eru sagdar um, hvat hendi á hermótinum á jólum í 1914, men tað tykist vera heilt vist, at tað byrjaði við, at týskir hermenn í skotgravunum við Saint-Yves tendraðu ljós í skotgrøvunum, pyntaðu jólatrø og sungu jólasangir. Tá bretsku hermenninir hoyrdu hetta, fóru teir eisini at syngja jólasangir, og soleiðis endaðu teir við at syngja um kapp, so at siga.

Tað næsta, sum hendi, var, at hermenn fóru upp úr skotgrøvunum og inn í ongamannaland (økið millum skotgravirnar). Har góvu teir hvørjum øðrum gávur so sum mat, tubbak og rúsdrekka. Samstundis tagnaðu kanónirnar.

Vápnahvíldin varð eisini brúkt til at taka falnar hermenn upp og jarða teir. Summastaðni vóru felags gudstænastur hildnar. Seinni søgdu fleiri hermenn frá, at tað løgnasta við hesi vápnahvíldini var friðurin. Eftir fleiri mánaðir við brestum og skotum uttan íhald var friðurin merkisverdur og rørandi.

Summastaðni vardi vápnahvíldin ein dag, og aðrastaðni heilt til nýggjárs. Eftir tað byrjaði kríggið aftur sum fyrr.

Jóladysturin í ongamannalandi á jólum 1914 (Mynd: Universal History Archive)

Fótbóltsdysturin
Ein av heilt serligu søgunum frá hesi vápnahvíldini á jólum 1914 er um ein fótbóltsdyst, sum bretsku og týsku hermenninir spældu ímóti hvørjumøðrum. Tað eru fleiri søgur um slíkar dystir, men ivasamt er, hvussu sannlíkar søgurnar eru.

Men tað er líkt til, at tað í øllum førum varð roynt at fáa ein fótbóltsdyst í lag. Neyvan er nakar dystur spældur í ongamannalandi, tí lendið hevur verið so óslætt og illa farið av krígnum, at tað ikki  hevur borið til at spælt fótbólt har. Rímiliga álítandi keldur geva ábendingar um, at fleiri fótbóltsdystir hava verið millum menn úr sama heri, og kanska eisini nakrir fáir millum hermenn úr báðum teimum stríðandi pørtunum.

Bert tað eina árið
Stóra kríggið, sum seinni fekk heitið fyrri heimsbardagi, vardi í meir enn fýra ár. Á jólum 1915 vóru aftur smærri vápnahvíldir runt um á hermótinum, men als ikki í sama mun sum í 1914. Hetta kom millum annað av boðum úr erva um, at hermenn ikki skuldu ”fraternisera” við hermenn úr hinum partinum. Og í 1916 var støðan als ikki tann sama millum partarnar eftir meir enn tvey ár við lemjandi kríggi, so tá kom jólafriður ikki upp á tal.

Í móttøkuni á National Football Museum í Manchester stendur standmynd, sum ímyndar jólavápnahvíldina í 1914 (Mynd: National Football Museum)