Jólamánaðurin var góður í Sandoyar sýslu

Samantalt fyri 2023 royndist skattainntøkan í eysturbygdunum lakari enn í 2022

Jóannes Hansen
2. januar 2024 kl. 22:03

Tríggjar dagar undan jólum var koyrandi undir Skopunarfirði. Tað ber nýgjar møguleikar við sær fyri sandoyingar, og tað kann fara at bera við sær, at inntøkurnar fara at verða støðugari, enn tær higartil hava verið og harvið eisini skattainntøkurnar hjá kommununum.

Desember royndist serliga væl í skatti hjá Sands kommunu, Húsavíkar kommunu og Skúvoyar kommunu.

Í Húsavíkar kommunu, sum fevnir um Húsavík og Dal, var lutfalsligi vøksturin 34,55 prosent sammett við sama mánaða í 2022. Vøksturin var 98.793 krónur.

 Í Sands kommunu var lutfalsligi vøksturin í desember 24,57 prosent sammett við sama mánaða í 2022. Vøksturin var 404.523 krónur.

Í Skúvoyar kommunu var lutfalsligi vøksturin í desember 20,28 prosent sammett við sama mánaða í 2022. Vøksturin var 33.298 krónur.

Í Skopunar kommunu var lutfalsligi vøksturin í desember 5,53 prosent sammett við sama mánaða í 2022. Vøksturin var 79.000 krónur.

Í Skálavíkar kommunu var skattainntøkan í desember 2023 minni, enn hon var í desember 2022. Talan var um lutfalsliga afturgond upp á 17,16 prosent, sum svarar til 94.464 krónur.

Hóast desember var heilt góður í nøkrum av kommununum í Sandoyar sýslu, so vignaðist 2023 sum heild ikki so væl. Miðal vøksturin í skattainntøkum í øllum landinum var 5,68 prosent. Tað var bara í Skopunar kommunu, at vøksturin í kommunuskattinum rakk miðalvøkstrinum. Har var lutfalsligi vøksturin 6,62 prosent. Á Sandi var vøksturin miðalvøksturin í landinum, 5,67 prosent.

Í hinum trimum kommununum var talan um afturgongd í skattainntøkuni í 2023, tá ið sammett verður við 2022. Í Skálavík var afturgongdin 2,45 prosent, í Húsavík var hon 3,56 prosent, og í Skúvoyar kommunu var afturgongdin 2,29 prosent.

 

Fyribilsskattur til kommunurnar í december:

Kommuna:

2022

2023

Munur kr.

Munur %

Sands

1.646.598

2.051.121

404.523

24,57

Skopunar

1.429.332

1.508.332

79.000

5,53

Skálavíkar

550.500

456.036

-94.464

-17,16

Húsavíkar

285.938

384.731

98.793

34,55

Skúvoyar

164.161

197.459

33.298

20,28

 

Fyribilsskattur fyri januar og december - samanlagt:

Kommuna:

2022

2023

Munur kr.

Munur %

Sands

18.637.577

19.695.132

1.057.555

5,67

Skopunar

16.121.379

17.189.315

1.067.936

6,62

Skálavíkar

5.718.409

5.578.409

-140.000

-2,45

Húsavíkar

3.973.682

3.832.161

-141.521

-3,56

Skúvoyar

1.559.062

1.523.352

-35.710

-2,29

 TAKS