Sætta, sjeynda og áttanda desembur verða klaverkonsertir við armensku Irina Hayrapetyan í ávikavist Lívdini, Varpinum og Salt. Tað er ein stór tónleikalig uppliving - og innkomni peningurin fer til armensk flóttarfólk.
Umframt konsertina fer Kim Hartzner, sum stendur fyri hjálpararbeiði í Armenia at siga nøkur orð um virksemið hjá hansara felagsskapi.
Sjálvur eri eg boðin at siga nøkur orð um munin millum at liva í frælsi og at liva í ófrælsi, og skyldurnar hjá okkum, sum liva í frælsi mótvegis teimum, sum liva í ófrælsi. (Kortini ikki heilt vísur í at eg kann vera við í Salt).
Tað verður eitt áhugavert, meiningsfult og jólaligt kvøld í orðsins sanna týdningi
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo