Tey eru farin at gera serliga nógv burtur úr jólunum í klaksvík. Tað sigur Theresa Thurið ar dóttir Kreutzmann, leiðari á Visit Norðoy. Og hon sigur, at endamálið er at menna jólahaldið alla tíð ina, so at tað verður betri ár fyri ár.
Aftur á jólum í ár gera tey serstakliga nógv burtur úr, og nú hava tey so eisini fingið nýggja mentanarhúsið, Varp ið, har konsertir, og onnur tiltøk verða í jólamánaðinum. Í hesum sambandi hava tey pyntað eitt Varpið í Narnia stíli, so har verður ein drekka munn ur eftir at jólatræið er tendrað í Vágstúni seinna part in leygardagin. Tá ið jólatræið verður tendrað, fara Marjun Lóma klett, prestur og Signhild V. Johannesen, býráðs limur, at halda røðu, Klaksvík ar Hornorkestur spælir.
Tað verður sjálvur jólamaðurin, sum fer at tendra jólatræið og hann hevur biðið Trøllapætur og ommudidd um at hjálpa sær. Teir hava eisini pakkar við til børnini.
Fara 50 ár aftur í tíðina
Og aftur í ár hevur Fornminnissavnið opið í gamla Klaksvíks handlinum, har tey fara 50 ár aftur í tíðina og har alt verður sum tey eldru minnast tað fyri 50 árum síðni eisini ekspeditrisurnar verða ílatnar sum tær gjørdu tá í tíðini.
Endamálið er eisini at vísa fólki nú á døgum, hvussu ein hand il kundi síggja út fyri 50 ár um síðani. Har verður mangt og hvat at fáa, mest heima gjørt, bæði kjøt, súltutoy, kaffi og te, bróstsukur, sápa og mangt mangt annað og har verður opið hvørt vikuskifti.
Eitt, sum kanska ikki er so vanligt at hava í jólamánaðin um, eru listaframsýning, men tey, sum vilja sleppa burturúr vanligu jólastákanini eina løtu, hava tvær framsýningar at fara til.
Á gallarínum á Stongunum hava faðir og dóttir, Kári og Ásla Rannvá Svensson, lista framsýning og á Gamla Segl loftinum hevur Tróndur Patursson lista fram sýning. Í nakrar dagar fyrst í desembur er eisini tiltøk á bóka savninum, har børnini sleppa at klippa jólapynt. Samstundis er skoyti vøllurin eisini opin og har hava tey eisini pyntað til jóla, og har fer eisini ymiskt at henda.
Nógvur tónleikur
Annars verður rættiliga nógv ur tónleikur alla møguliga staðni í Norðoyggjum, eitt nú í Varpinum og á Biskopstorgi. Men serliga eru tað kirkjurnar, sum spenna seg út við til tøk um og tey fara at syngja jólini inn, bæði í Kunoy, á Hús um og í Hvannasundi.
Í kirkjuni í Kunoy hava tey eisini familjugudstænastu og í kirkjuni á Húsum hava tey skúla og barnagarðs guds tænastu og í kirkjuni í Hvannasundi hava tey familju gudstænastu.
Í Christianskirkjuni verða fleiri tiltøk. Har hittast tey til jólahugna, har verð ur eisini eitt tiltak við morgun sangi, og eitt annað tiltak við morgunmati, og har verð ur eisini familju gudstænastu. Christianskirkjan hevur eisini jólakonsert og so verður aftur vøggu gudstænasta í kirkjuni.
Tann 12. desembur verður javna gudstænasta í Christianskirkjuni, tann 19. verður barna gud tænasta og tann 20. verð ur skúla gudstænasta. Annars ber til at fara á internet ið og inn á: www. visitnorth.fo/jol, tí har eitt yvirlit yvir tað, sum fer fram í Klaksvík, og í Norðoyggjum annars nú upp undir jól. Men tey siga, at tiltøk verða løgd afturat alla tíðina.