Johnson & Johnson útsetur at lata Evropa koppingarevni

Amerikanska felagið Johnson & Johnson útsetur at lata Evropa sítt koppingarevni, verður upplýst í einum tíðindaskrivi

Sigurjón Einarsson
13. apríl 2021 kl. 17:10

Johnson & Johnson upplýsir í einum tíðindaskrivi, at felagið hevur gjørt av at útseta at lata Evropa koppingarevni.

Fráboðanin kemur, eftir at amerikansku heilsumyndugleikarnir hava valt at fyribils steðga við at koppseta við koppingarevninum frá Johnson & Johnson vegna stúran fyri møgulig hjáárin av koppingarevninum.

Tað skrivar heimasíðan hjá DR.

Herfyri kom fram, at evropeiski heilivágsstovnurin (EMA) er í ferð við at kanna fýra tilburðir av óvanligum blóðtøppum hjá persónum, sum høvdu fingið koppsetingina hjá Johnson & Johnson. Hóast tað enn ikki er greitt, um nakað samband er millum koppsetingina og blóðtøpparnar, so viðurkennir felagið, at tey eru varug við eitt møguligt hjáárin í heilt sjáldsomum førum hjá fólki við smáum mongdum av blóðplátum, sum vóru koppsett við teirra koppingarevni, sigur felagið í einari fráboðan.  

Enn er óvist, hvussu leingi Johnson & Johnson ætlar at útseta at lata Evropa sítt koppingarevnið.