Í gjár fall dómur í ein av mest umrøddu rættarmálunum í nýggjari tíð. Høvuðspersónarnir í rættarmálinum, eru kendu Hollywood-hjúnini Johnny Depp og Amber Heard, sum bæði eru kendir sjónleikarar í Hollywood.
Í rættarsalinum í Fairfax í amerikanska statinum Virginia, fekk Johnny Depp viðhald í, at fyrrverandi kona hansara, Amber Heard, hevur ærumeitt hann. Hetta avgjørdi nevningatingið í gjár. Amber Heard skal rinda Johnny Depp 15 milliónir dollarar í endurgjald. Hetta svarar til 100 milliónir í donskum krónum.
Johnny Depp, ið er mest kendur fyri sín leiklut sum Captain Jack Sparrow í sjóðrænarafilminum Pirats of the Caribbean, var ikki til staðar í rættarsalinum, tá dómurin fall. Fyrrverandi kona hansara, Amber Heard, sum eisini hevur havt fleiri stórar leiklutir í filmum, millum annað Aquaman og Never Back Down, var mótsatt Johnny Depp til staðar í rættarsalinum, tá dómurin fall.
Málið millum Johnny Depp og Amber Heard byrjaði 2018, tá Heard skrivaði eina klummu um harðskap í hjúnabandinum, tó uttan at nevna Johnny Depp við navnið. Stutt eftir, at klumman varð útgivin í Washington Post, varð Johnny Depp lýstur sum “konubukari” í ymsum miðlum, millum annað í bretska tíðindablaðnum The Sun. Ákærandi útsøgnin fekk hann at leggja sak ímóti bretska tíðindablaðnum. Hetta rættarmálið tapti hann. Men í gjár fekk hann viðhald í rættarmálinum móti fyrrverandi konu síni um, hvørt hon hevði ærumeitt hann ella ei.
Johnny Depp og Amber Heard vóru hjún í tíðarskeiðnum frá 2015 til 2017. Tey hittust til innspælingina av filminum “Rum Diary” í 2009.