Johnni Poulsen nýggjur stjóri á Magn

Í dag tekur Johnni Poulsen við sum nýggjur stjóri á Magn

Innsent
16. oktober 2017 kl. 11:23

Í dag tekur Johnni Poulsen við sum nýggjur stjóri á Magn. Nýggi stjórin kennir fyritøkuna væl frammanundan, tí seinastu 11 árini hevur hann verið fíggjarstjóri á Magn.

Undan tí hevur Johnni Poulsen millum annað starvast sum fíggjarleiðari á Strandferðsluni og innan búskap og strategi í norðurlendsku telefyritøkuni Telia í Danmark.

Hann tekur við eftir Hendrik Egholm, sum 1. oktober tók við sum samtaksstjóri í íslendska Skeljingi, ið er móðurfelagið hjá Magn.

Johnni Poulsen er útbúgvin cand.merc frá Copenhagen Business School, og hevur eisini tikið eftirútbúgvingar haðani, á London Business School og á IMD í Sveis.

Nýggi Magnstjórin er miðvingur, 47 ár, giftur og eigur tríggjar døtur.