John Reid heldur fram við Tindi

Kappróðrarfelagið Tindur hevur longt um samstarvið við venjaran John Reid Ziska Jacobsen, ið eisini var venjari í felagnum í ár og hevur drúgvar royndir við kappróðri

Høgni Jógvansson
8. oktober 2022 kl. 20:07

Kappróðrarárið í ár hjá Tindi var tað fyrsta árið við venjara í felagnum, og felagið hevur avgjørt at halda fram við góða samstarvinum við John Reid.

Formaðurin í felagnum, John Høgnesen, vónar, at góða gongdin heldur fram.

- Málið fyri komandi ár er tað sama sum undanfarna ár. Málið er at vera við í kappingini, og at onkur bátur fer at kappast í toppinum. Á ársins róðrargalla fekk felagið heiðurin Ársins felag, og tað vísir, at vit hava nakað at byggja upp á, sigur formaðurin við Dimmalætting.

Hóast felagið bleiv ársins felag í ár, so vónar formaðurin, at felagið skjótt kann fáa betri umstøður til rógvararnar.

- Okkara ynski er at hava eitt neyst, har alt virksemi í felagnum kann vera samlað, tí sum nú er, ferðast vit millum bygdir. Eisini vænta vit, at vit fara at hava enn fleiri manningar komandi ár enn í ár, sigur John Høgnesen.

Ungt felag

Hóast kappróðrarfelagið Tindur ikki hevur so nógv ár á baki, so hevur undirtøkan fyri kappróðri í umhvørvinum verið góð, tí nógvar manningar hava luttikið í kappróðri seinastu árini. Í ár vóru níggju bátar fullmannaðir, og felagið megnaði í høvuðsheitum tað, ið tað hevði sett sær fyri. Millum annað endaðu 5-mannafør kvinnur umborð á Leikalind á einum øðrum plássi í FM stríðnum, og dreingirnir umborð á Knúki og Geytanum endaðu ávikavist nummar trý og fýra. 

Felagið eigur fimm bátar, sum allir vóru mannaðir í ár. Manningarnar hava innivenjingar í Leirvík, har rógvimaskinur og amboð til styrkivenjing eru, og tá ið venjingarnar eru í bátinum, verður róð á Gøtuvík.