John og Raith Rovers skiljast

John Frederiksen er ikki longur knýttur at Raith Rovers. – Eg var noyddur at taka støðu til mína egnu yrkisleið her og nú, sigur stóri framherjin, sum ongantíð heilt slapp inn í hitan í Raith Rovers

Einasta málið, ið John Frederiksen skoraði fyri Raith Rovers var í lítlu steypakappingini í Skotlandi, The Scottish Challange Cup, red.), tá hann skoraði einsamalla málið móti Queen´s Park í 1-0 sigrinum
Sigurjón Einarsson
31. januar 2023 kl. 17:50

Fyrr í dag gjørdist tað greitt, at føroyski framherjin, John Frederiksen, er loystur úr sínum sáttmála við skotska felagið Raith Rovers.

– Vit kunnu vátta, at John Frederiksen er loystur úr sáttmálanum við Raith Rovers. Partarnir eru vorðnir samdir um at enda samstarvið her og nú. Vit ynskja at takka John fyri avrikini hesa tíðina og ynskja honum alt tað besta í framtíðini, skrivar Raith Rovers í einum tíðindaskrivi.

John Frederiksen sigur við Dimmalætting, at tað er ikki so nógv at siga um íkomnu støðuna beint nú, men at okkurt mátti henda, nú hann ikki hevur fingið so nógva spælitíð í skotska felagnum.

– Eg var noyddur at taka støðu til mína egnu yrkisleið her og nú, eftir at eg hevði eitt prát við venjaran og felagið um mína støðu í felagnum. Tað hevur ikki ordiliga gingið eftir vild her í Skotlandi, so ein loysn mátti finnast, nú flytingarvindeygað letur aftur í kvøld, sigur John Frederiksen.

27-ára gamli føroyski áleyparin, sum er føddur og uppvaksin á Bornholm, skrivaði undir stutttíðarsáttmála við Raith Rovers í oktober í fjør, og er skrásettur fyri at hava spælt tíggju dystir – harav teir flestu dystirnar sum innskiftari. Tó spældi hann fullan dyst móti Queen´s Park í skotsku liga-steypakappingini (The Scottish Challenge Cup, red.), har hann skoraði einasta mál sítt fyri skotska felagið.

– Eg var ikki í framtíðarætlanunum hjá venjaranum og felagnum, so vit blivu samdir um, at eg bleiv loystur úr mínum sáttmála við Raith Rovers, so eg kann finna mær eitt nýtt felag, greiðir John frá.

– Nú ynski eg at finna mær eitt felag skjótast gjørligt, so eg kann koma í gongd við at spæla fótbólt aftur, sigur hann.

Raith Rovers liggur nummar sjey í næstbestu deildini í Skotlandi. Trý stig er upp til fjórða plássi, sum gevur atgongd til play-off dystir til bestu fótbóltsdeildina í Skotlandi.

John Frederiksen er skrásettur fyri at hava spælt tríggjar landsdystir fyri føroyska landsliðið, tá hann var partur av landsliðshópinum á heysti í 2021, tá Føroyar spældi ímóti Danmark, Eysturríki og Skotlandi á heimavølli.