Veteranurin á føroyska talvlandsliðnum, John Rødgaard, er ikki sum aðrir telvarar.
Hann mettast ikki av talvolympiadunum. Hann hevur verið fastur fúsur á føroyska talvlandsliðnum í fjøruti ár. 45. talvolympiadan, sum í hesum døgum fer fram í ungarska høvuðsstaðnum Budapest, er hansara nítjanda í røðini.
Torført er at leita fram eftirfarandi hagtøl yvir telvarar á talvolympiadunum heilt frá byrjan í 1927 til í dag. Men til annað er prógvað, er okkara besta boð, at metið eigur stórmeistarin Eugenio Torre av Filipsoyggjum. Hann hevur 23 ferðir umboðað Filipsoyggjar á talvolympiadum. Aloftast á 1 borði. Fyrstu ferð í 1962, seinast í 2006. Hann er eisini við í ár, ikki sum telvari, men liðleiðari hjá Filipsoyggjum.
Og so er spurningurin, um John Rødgaard er næstur á hesum lista. Vit fáa tað til, at finski stórmeistarin Heikki Westerinen hevur 18 ferðir telvað olympiadu. Hjá honum eru fleiri ikki væntandi. Og so var ein annar, ið rann okkum til hugs; Bill Hook, sáli, sum seytjan ferðir umboðaði Bretsku Moyaoyggjarnar.
John - stóri kveikjarin
John Rødgaard hevur havt ovurstóran týdning fyri føroyska telving. Tá ið hann í 1976 kom til Føroyar sum 21 ára gamal var hann longu heilt sterkur telvari. Upprunaliga kom hann ikki higar fyri at telva, men at spæla fótbólt. Hann hevði spælt við barndómsfelagnum Esbjerg ØB í Jyllandsseriuni, ið svarar til 5 deild í Danmark. Og av berari tilvild fekk hann tilboð um at fara til Føroyar at spæla við TB.
Tað gekk upp á stás, tí TB vann føroyameistaraheitið bæði í 1976 og aftur í 1977 við John sum týðandi spælara - og eisini venjara. Føroyingar vistu ikki, at danski TB-arin var nógv fremri sum telvari enn fótbóltsspælari. Í 1978 fór hann aftur til Danmarkar, men hjartað lá eftir í Føroyum, og í 1984 var hann aftur í Føroyum og í TB.
Men nú kallaði telvingin á hann. Talvsamband Føroya vildi vita, um hann var fúsur at koma á føroyska landsliðið, sum skuldi fara til Grikkalands á talv-OL. John játtaði.
Og hvat var hetta so fyri telvari, sum Føroyar nú høvdu ognað sær. Nøkur av brøgdum hansara tá:
1973: danskur unglingameistari
1973: við í landsliðsbólkinum í árligu DM-kappingini
1975: DM-vinnari í snartalvi
1979: DM-vinnari í landskappingini fyri lið við Nordre
1979: við í landsliðsbólkinum í árligu DM-kappingini
1980: við í landsliðsbólkinum í árligu DM-kappingini
1980: DM-vinnari í landskappingini fyri lið við Nordre
1981: DM-vinnari í snartalvi
1981: DM-vinnari í landskappingini fyri lið við Nordre(14½ stig í 19 dystum á 2 borði).
Elddópur við lít
John Rødgaard gjørdi bart í sínum allarfyrsta dysti á føroyska landsliðnum. Føroyar telvaðu móti Fraklandi, sum hevði fyrrverandi heimsmeistaran Boris Spasski á fyrsta borði. Og talvið teirra millum endaði javnt.
Hetta var annar fyrrverandi heimsmeistarin, sum John Rødgaard telvaði javnt ímóti. Í Evropa Cup dysti fyri Nordre í 1980 telvaði John remis móti hollendinginum Max Euwe, sum var heimsmeistari eitt skifti í 30-árunum.
John krýndi sítt frálíka avrik á olympiaduni í Saloniki í 1984 við fyrsta IM-norminum.
Síðani hevur John verið fastur fúsur á føroyska talvlandsliðnum. Tey fyrstu nógvu árini var hann okkara suvereni oddamaður, men nettupp hjávera Rødgaards í føroyskari telving hevur ivaleyst verið ein kveikjan fyri aðrar yngri føroyingar, ið nú fóru at seta sær størri mál í talvi. Tað endaði so við, at við fingu góðar telvarar undan, ið seinni hava yvirhálað lærumeistaran. Tað er lívsins gongd.
Øll árini, ið John búði í Føroyum, telvaði hann dúgliga í føroysku landskappingini fyri lið, og seinni var hann eisini við í FM-kappingini fyri einstaklingar.
Met, ið seint verða tikin
Sum sagt er hetta nítjanda talvolympiadan hjá John Rødgaard. Komandi ár fyllir hann 70, men hann er framvegis íðin telvari, so hvør veit, um hann ikki eisini fær sítt tjúgunda OL um tvey ár. Um ikki yngri føroyskir telvarar tá hava skúgvað av trónuni veteranin, sum nú aftur hevur búsett seg í heimbýnum Esbjerg. Og í býarins felagi telvar hann á 1 borði í liðkappingini.
John hevur nógvar landsdystir á baki fyri Føroyar. Hann hevur umframt OL eisini telvað EM, 8-landakappingar, so eru tað kappingarnar fyri smátjóðir í Evropa og dystir móti Íslandi.
Landsdystarhagtøl John Rødgaards áðrenn OL í Ungarn vóru hesi:
305 landsdystir
Vunnið 105 talv
Remis 135 talv
Tapt 65 talv
Seinastu dystirnir
John hevur undir hesari OL-kappingini verið so beinasamur at senda okkum frásøgn frá dystunum. Um seinastu tveir dystirnar sigur hann soleiðis:
Føroyar - Irak 4 - 0
Móti Irak høvdu vit ein góðan dag. Helgi tók tann frídagin, sum hann fær í kappingini, so Høgni flutti fram á 1 borð.
Hansara talv er vælegnað sum læribókatilfar. Fá fólkið í spæl, finn tær tíni álopsmið, stilla siktið, loyp á, halt trýstið, slaka ikki ov tíðliga, fá fongin til høldar og gagnnýt tína yvirvág.
Rógvi var í ferð við at spæla mótstøðumannin niður posisjónelt, helt so í ósketni av kósini, mótparturin kundi nú fingið høvdið fyri seg, men drálaði, og so legði Rógvi aftur í vaðið. Frúgvaendtalv eru ikki tey lættastu at vinna, so tað tók sína tíð.
Sjálvur hevði eg svarta fólkið í einum sisilianara. Eg kom væl frá byrjan, og vann stríðið um opnu f-linjuna. Eftir tað var lætt at vinna.
Hjá Luitjeni breyt í bæði borð. Báðir vóru óneyvir og skiftust tí um fyrimunin, men eftir 34 leik hjá irakska telvaranum, sum var eitt mistak, var Luitjen eirindarleysur.
Føroyar - Slovenia ½ - 3½
Aftur ein serligur dagur.
Slovenia, við tveimum russiskum avhopparum á odda, var sjálvandi stórfavorittur.
Telvarin á 1 borði, Fedoseev, hevði 2733 sum ratinghámark. Talvið móti Helga bylgdist báðar vegir. Stundum var hesin við yvirlutan, so hin. Helgi freistaðist av opnu kongsstøðuni hjá mótpartinum, men tá ið honum ikki eydnaðist til fulnar at sleppa fram at konginum, sást, at honum tørvaði fólk í verjustøðu. Og brátt var tap í hendi.
Rógvi lorkaði longu í byrjanini. Eftir fjúrtan leikir var støðan so vánalig, at hann tað sama kundi lagt kongin, tó at hann treiskaði væl og leingi.
Sjálvur helt eg meg hava funnið upp á okkurt heilt snilt í byrjanini. Men viðhvørt hendir seg nú á døgum, at eg rokni ikki nóg væl tey ymsu frábrigdini, sum skulu terpast í høvdinum. Eg noyddist at tríva í ein plan B, men tá var tí verri longu rot komið í støðuna.
Tað var ikki stórvegis á vási hjá Høgna. Í 55. leiki misti hann í ósketni eina finnu. Tað gjørdist eitt endatalv við rók og riddara í part, og tvær finnur móti einari. Hartil var Høgni í herviligum tíðartroti. Soleiðis mólu teir í klingur í 55 leikir. Einastandandi at Høgni støðugt fann røttu leikirnar undir slíkum umstøðum. So býttu teir rók og finnu upp. Í prinsippinum er tað einfalt, men ikki, tá tú sjálvur situr við borðið. Ein stórmeistari við 2600 í rating kann eisini fara skeivur, hóast bara seks fólk eru eftir á borðinum at flyta við. Hann varnaðist ikki lagaligu løtuna, og eftir tað helt Høgni rimmarfast um javnleikin.
Talvið vardi einar sjey tímar, og tá ið vit skuldu til hús, var síðsti bussurin farin. Vit fingu fatur á bili at koyra okkum, men komnir á gistingarhúsið, var matsovan stongd. Sein kúgv...
Ná, hinir fýra fóru á Bermuda Party (veitslan fyri telvarunum). Høgni mundi mestur vera nakað moyrur. Hetta er annars fyrsta ferðin á øllum mínum olympiadum, at eg eri ikki við.