John F. Kennedy 100 ár

Spyr ikki hvat títt land kann gera fyri teg. Spyr hvat tú kann gera fyri títt land!

Jógvan Svabo Samuelsen
13. august 2017 kl. 16:10

”Spyr ikki hvat títt land kann gera fyri teg. Spyr hvat tú kann gera fyri títt land!” – er kanska kendasti setningur úr politiskari røðu í nýggjari tíð. Fyrrverandi amerikanski forsetin John F. Kennedy hevði fylt 100 ár tann 29. mai 2017. Vit hyggja her eftir hvussu leiðin hjá honum var fram til hann gjørdist tann 35. forsetin í USA.

John ”Jack” Fitzgerald Kennedy, á okkara leiðum best kendur sum JFK, men millum vinir og familju oftast róptur Jack, varð føddur tann 29. mai 1917. Hetta var í býnum Brookline beint uttanfyri Boston í statinum Massachusetts í USA. John var úr múgvandi politiskari demokratiskari ætt. Pápi hansara var Joseph ”Joe” P. Kennedy Sr., sum var kendur bæði sum banka- og vinnulívsmaður, og sum partvísur politikkari. Gamli Joe Sr. hevði serliga sínar politisku royndir frá at vera fyrsti formaðurin í nevndini, sum hevði eftirlit við amerikanska virðisbrævamarknaðinum, og ikki minst síni tvey ár sum amerikanskur sendiharri í Bretlandi frá 8. mars 1938 til 22. oktober 1940. Abbi John í faðirætt var Patrick Joseph ”P.J.” Kennedy, sum somuleiðis var vinnulívsmaður og politikkari úr Boston. P.J. hevði bæði verið limur í Umboðsmannatinginum í statinum Massachusetts, og eisini limur í Senatinum í Massachusetts.

Móðir John var Rose Elizabeth Fitzgerald. Tann størsti politikkarin í ættini hjá John var pápi Rose, nevndur John Francis ”Honey Fitz” Fitzgerald. Kelinavnið ”Hunangs Fitz” sigst koma av hansara sjarmu og karisma í politiskum leiki. Umframt at hava verið limur í amerikanska Umboðsmannatinginum, so var hann eisini valdur sum borgarstjóri í Boston tvær ferðir. Báðir abbarnir og báðar ommurnar hjá John vóru írskir tilflytarar. John hevði átta systkin. Ein eldri beiggja, sum æt Joseph ”Joe” Jr., fimm yngri systrar, sum itu Rosemary, Kathleen, Eunice, Patricia og Jean, og tveir yngri beiggjar nevndir Robert ”Bobby” og Edward ”Ted”. Tað var uppunaliga hin fyrstføddi, nevniliga Joe Jr., sum var stóra vónin í familjuni, og serliga stóra vónin hjá gamla Joe Sr. Hann var ikki uppkallaður eftir pápa sínum fyri einki.

 

Uppvøkstur, sjúka og ungdómur
Longu sum heilt ungur var John F. Kennedy darvaður av sjúku, sum kravdi hann seingjarliggjandi í long tíðarskeið. Hetta førdi eisini við sær long tíðarskeið við nógvum heilivági. Umframt at verða raktur av ymsum sjúkum, so var hann eisini føddur við, at annað av beinunum var styttri enn hitt. Hetta førdi til ryggpínu, sum kom at fylgja honum alt lívið. Men hóast hann hevði truplan persónligan barndóm, so vóru umstøðurnar hann vaks upp í, framúr. Tey áttu stór hús í ríkmannaøkinum við Cape Cod í Massachusets, og høvdu vetrarhús í Palm Beach í Florida. So verðsligu umstøðurnar hjá honum vóru heilt øðrvísí enn hjá vanliga amerikubúgvanum.

Hóast John var mettur at vera gløggur, so var hann tó ikki meiri enn ein miðalhampa lesandi í miðnámsskúlanum, og var oftani mettur at vera beinleiðis dovin. Elsti beiggi hansara Joe Jr. var hinvegin strembarin, sum var fremst í skúlanum og best á ítróttarliðunum. Tá miðnámsskúlin endaði, bleiv John nummar 64 av teimum 112, sum fingu prógv. Men hóast hetta, so eydnaðist tað honum at sleppa inn á víðagitna Harvard College í september 1936. Í umsóknarbrævinum nevndi John m.a., at hann hansara størsta ynski var at sleppa inn á Harvard College, og at gerast ein Harvard-maður, eins og pápi sín Joe Sr.

 

Bachelor frá Harvard og bestseljari
Í 1939 ferðaðist John kring meginpartin av Evropa, til Sovjetsamveldið, til Balkan og til Miðeystur. Hetta var í sambandi við hansara serritgerð á Harvard College. Eisini var hann og vitjaði í Kekkoslovakia og í Nazi-Týsklandi, og náddi hann júst aftur til London úr Nazi-Týsklandi tann 1. septeber 1939, sama dag sum Nazi-Týskland hersetti Pólland. Tveir dagar seinni var hann saman við familjuni í Undirhúsinum í bretska parlamentinum, har teir lýddu á parlamentslimirnar tala um at bjóða Nazi-Týsklandi av í kríggi.

Í 1940 lat John inn sína serritgerð á Harvard College. Serritgerðin snúði seg um tiltiknu München-avtaluna og bar heitið ”Blíðkanin í München”. München avtalan snúði seg um, at Nazi-Týskland fekk rætt at hertaka partar av Kekkoslovakia. Serritgerðin viðgjørdi serliga, hvussu bretska stjórnin ikki megnaði at fyribyrgja øðrum veraldarbardaga.

Hóast serritgerðin var mett at vera sera góð, so hevði hon tó neyvan nakrantíð komið út á prent, um ikki tað enn einaferð var fyri gamla Joe Sr., sum traðkaði til og fekk hetta upp í lag – við góðum stuðli frá vinum sínum. Serritgerðin bleiv givin út í bók, og bókin ”Hví Ongland svav” gjørdist ein bestseljari við yvir 80.000 seldum eintøk. Tað gingu tó leysasøgur um, at gamli Joe Sr. sjálvur skuldi hava keypt 30.000 eintøk av bókini, sum hann goymdi heima í kjallaranum. Men bókin kom samstundis at verða eitt týðandi fet hjá John út úr skugganum á eldra beiggjanum Joe Jr. John fekk bachelorprógv frá Harvard í 1940 í aljtóða politikki við heiðrinum ”cum laude”.

 

Frillan Inga Arvad
Hóast sjúkrasøgu sína var John settur upp á at sleppa í herin. Hann megnaði at fáa læknagóðkenning og slapp inn í herflotan. Hetta var beint áðrenn álopini á Pearl Harbour tann 7. desember 1941. Men heilsa hansara gjørdi, at hann bleiv settur á eina skrivstovu í Washington, har hann var partur av fregnartænastuni hjá herflotanum. Tað var har, hann møtti Ingu Arvad. Inga var sjey ár eldrin enn John, hon var journalistur og hon var dani. Hon skuldi eitast at vera so vøkur, at øll, sum hon gjørdi samrøður við, blivu skotin í henni. Og hon hevði bæði gjørt samrøður við Hitler og Göring, áðrenn hon kom til USA. Adolf Hitler skuldi hava havt sagt um hana, at hon var ímyndin av arisku kvinnuni.

John bleiv eisini skotin í henni, og segði pápanum Joe Sr., at hetta var kvinnan, hann skuldi giftast við. Men Joe Sr. var alt annað enn samdur við honum í hesum. Somuleiðis skuldi Joe Sr. hava sagt við Ingu, at hon og John fór aldrin at gerast hjún. Samveldisløgreglan FBI var eisini komin upp í leikin, tí Inga var undir illgruna fyri at vera njósnari fyri Nazi-Týskland, eins og Mata Hari hevði verið undir fyrsta veraldarbardaga. So tey bæði – Inga og John – vóru undir áhaldandi eftirliti av FBI. Hvussu var og ikki, so endaði søgan við, at John í staðin fekk eitt annað av sínum ynskjum uppfylt – at sleppa úr skrivstovustólinum í Washington og í aktiva hertænastu. Tað var tó neyvan nakað um njósnaraillgrunan við Ingu. Inga livdi restin av sínum lívi í USA, eftir at teirra vegir skiltust. Og í 1946 giftst hon við sjónleikaran Tim McCoy og gjørdist eisini amerikanskur ríkisborgari.

 

Krígshetjan John
Joe Sr. fekk fyriskipað tað soleiðis, at hóast John slapp í aktiva hertænastu, so bleiv hann staðsettur so langt burturi frá veruliga krígnum sum gjørligt. Hann gjørdist kapteynur á ymsum torpedobátum. Í apríl í 1943 gjørdist hann kapteynur á torpedobátinum TP-109, sum lá við Solomonoyggjarnar í suðurstillahavinum eystan fyri Papua Nýguinea. Náttina millum 1. og 2. august 1943 gerst John varugur við eitt japanskt herskip nærhendis, men áðrenn hann visti av, blivu teir brádliga ásigldir av japanska herskipinum Amagiri, sum kvetti torpedobát teirra í helvt.

Tveir av monnunum hjá John doyðu beinanvegin av ásiglingini. John fekk savnað hinar 10 menninar saman á einum timburpetti, sum lá eftir av vrakinum á torpedobátinum. Hetta nýttu teir síðani til flaka. Á hesum flaka svumu teir saman í yvir fimm tímar, einar seks kilometrar, til oynna Kasolo. Samstundis, sum teir svumu við flakanum, nýtti John eina leðurreim at sleipa ein av mest løstaðu monnunum við sær. Men Kasolo var einans einar 100 metrar í tvørmáti og á henni var hvørki føði ella feskvatn.

Eftir at menninir vóru komnir trygt upp á Kasolo, svam John einsamallur víðari til nærhendis oyggjarnar Naru og Olasana at leita eftir føði. Ein teinur á yvir fýra kilometrar. Til endans fekk hann menn sínar yvir á Olasana, sum hevði bæði kokostrø og feskvatn. Fimm dagar seinni, tann 8. august 1943, bleiv manningin endiliga bjargað. John bleiv dúgliga heiðraður við krígsheiðursmerkjum fyri sín hetjugerning, og Kasolooyggin bleiv seinni uppkallað Kennedyoyggin.

 

Joe Jr. letur lív
Knapt eitt ár seinni, tann 12. august 1944, bjóðar eldri beiggin hjá John, Joe Jr., seg sjálvboðin fram til eina lívshættiliga flogbumburoynd. Málið var ein týsk hernaðarflogstøð í Belgia. Flúgvarin skuldi fyllast á tremur við bumbum, sum so síðani skuldi sleppast yvir týsku hernaðarflogstøðini. Hetta minti mest um eina kamikazeferð, og var ikki ein missión, sum gravgangur var eftir at sleppa á. Tað hevði altíð verið kappingarlyndi millum beiggjarnar báðar, men um hetta var orsøkin til, at Joe Jr. sjálvboðin bað lova sær hesa sera vandamiklu bumbuferð, skal verða ósagt her. Men bumbuferðin miseydnast. Bumburnar brustu, meðan tær enn vóru í flogfarinum, og Joe Jr. doyði í stundini av spreingingunum.

 

Politikkarin John tekur skap
Stutt eftir sorgarleikin við Joe Jr. byrja søgur at ganga um hetjugerðirnar hjá John við Solomonoyggjarnar í Stillahavinum. Hetta endar við eini grein í New York Magazine. Aftur her var gamli Joe Sr. snildur, og fekk greinina endurprentaða í víðagitna mánaðarritinum Reader’s Digest, og skapti hann harvið John sera nógva almenna umrøðu í seinnu helvt av 1944. John var nú bæði kendur sum rithøvundur og krígshetja.  

Eftir áheitan frá gamla Joe Sr. valdi tásitandi Umboðsmannatinglimurin fyri Demokratiska flokkin í 11. valdøminum í Massachusets, James Michael Curley, at ikki taka við afturvali til Umboðsmannatingið, men í staðin at gerast borgarstjóri í Boston. 11. valdømið var tiltikið demokratiskt. Men hetta var í sjálvum sær ikki nóg mikið til, at John eisini bleiv valdur. Joe Sr. fíggjaði allan valdystin hjá John, og sigst, at hann nýtti minst 10 ferðir, ja møguliga upp í 20 ferðir, meira pening, enn vanligt var at nýta í slíkum valdystum. Men valstríðið hjá Joe Sr. virkaði eftir ætlan, og John bleiv valdur í amerikanska Umboðsmannatingið, har hann tók sætið 3. januar 1947. Hann bleiv afturvaldur tríggjar ferðir til Umboðsmannatingið.

 

Senatorurin Kennedy
Men John vildi víðari og fyrsta stigið var at koma í amerikanska Senatið. Og hetta eydnaðist í fyrstu roynd hansara í 1953, tá hann í sera tøttum valdysti vann ímóti Republikanararnum Henry Cabot Lodge Jr.. Henry Cabot Lodge Jr. hevði tá sitið tríggjar reisur sum senatorur. John, og serliga pápin Joe Sr., høvdu tilætlað og áhaldandi skapt ímyndina av perfekta politikkaranum John. Politikkarin sum bæði var lærdur akademikari, krígshetja og familjumaður úr mætu Kennedy-ættini. Men har vantaði nakað. John var framvegis gamal drongur, tá hann gjørdist senatorur, og hetta byrjaði at skapa óneyðuga umrøðu.

 

Unnustan Jacqueline ”Jackie” Bouvier
Tann 12. september 1953 giftust Jackie og John. Tey høvdu tá kenst í gott eitt ár. Jackie var tann fullkomna frúan til politikkarin John, og skuldi hon seinni eisini gerast tann mest ikoniska forsetafrúan í søguni hjá USA. Men hóast tað sigst, at tey longu frá byrjan av høvdu tað trupult í hjúnabandinum, so var hetta tó á ongan hátt eitt arrangerað giftarmál. Og hóast trupulleikar, tey máttu hava havt, so lótu tey tó ongantíð hetta skala ímyndina av teimum sum perfekta politikkaraparið í USA og komandi forsetapar. Tey fingu fýra børn saman, harav bara tað eina er á lívi í dag. Tað er dótturin Caroline, sum var fødd 27. november 1957. Hon var teirra næsta barn. Eftir at John bleiv skotin og myrdur tann 22. november 1963 í Dallas í statinum Texas, giftist hon seinni upp aftur við grikska ríkmanninum og skipaeigaranum Aristotle Onassis. Hetta var tann 20. oktober 1968. Jackie sjálv andaðist tann 19. mai 1994 á Manhattan í statinum New York, 64 ára gomul.

 

Forsetin JFK
Tann 8. november 1960 vann John forsetavalið í USA í sera tøttum valdysti móti Richard M. Nixon. Richard M. Nixon hevði tá verið varaforseti í átta ár, og skuldi tað seinni eisini eydnast honum at gerast forseti í USA. Á middegi tann 20. januar 1961 bleiv John svorin í eið sum 35. forsetin í USA. Og tað var í setanarrøðuni henda dagin, at hann mælti tey mætu orð: ”Spyr ikki, hvat títt land kann gera fyri teg. Spyr, hvat tú kann gera fyri títt land!” Hann var tá einans 43 ára gamal, og var næstyngsti forsetin í søguni hjá USA. Men lítið mundi hann varnast tá – á pallinum yvir miklu mannafjøldini í Washington DC – hvør lagna stóð honum í væntu.