Ongi úrslit

Johild Túgvustein 20 ár í starvi

Fyrrapartin í dag varð skipað fyri hátíðarløtu í Barnagarðinum á Svangaskarði, nú Johild Túgvustein, námfrøðiligur atstøðingur, hevur verið í starvi hjá Nes kommunu í 20 ár

Sigurjón Einarsson
7. desember 2021 kl. 17:02

Johild byrjaði í starvi sum dagrøktari í Nes kommunu í 1998.

Nes kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at hon røkti ábyrgdarfult og trúliga hetta starv til 2014, tá ið hon fór at nema sær víðari útbúgivng innan námsfrøðiliga yrkið.

Í 2016 varð Johild Túgvustein sett sum námsfrøðilgur atstøðingur í Barnagarðinum á Svangaskarði.

- Við sínum drúgvu royndum og fakligu barlast hevur Johild Túgvustein verið ein fongur fyri Barnagarðin á Svangaskarði, segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, fyrrapartin í dag, tá ið hann, vegna bygdaráðið í Nes kommunu, takkaði henni fyri trúgva og drúgva tænastu.

- Tað hevur alstóran týdning fyri kommununa at hava dugnalig og trúføst starvsfólk, segði borgarstjórin.

Síðani handaði borgarstjórin Johild Túgvusteini gávu og blómur og ynskti hann henni framhaldandi blíðan byr.

Kelda: Nes kommuna

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

15 tímar síðan

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

Í gjár kl. 12:00

Kemur ikki við allíkavæl

14. februar kl. 15:09