Í risa hallum frammanfyri túsundtals av hyggjarum, hevur føroyski Jóhan Sundstein ella N0tail, sum hann rópar seg, sligið sítt navn fast, sum ein av teimum bestu spælarunum í heiminum innan e-ítrótt.
Hetta hevur hann tó ikki megnað einsamallur, men saman við liðfeløgum sínum á Team OG, sum hann vann fleiri av teimum stóru kappingunum innan e-ítrótt – tær sonevndu Majors kappingarnar – saman við.
Tað eru hesir sigrar, sum hava borið við sær, at Jóhan Sundstein í dag kann rópa seg heimsins ríkasta e-ítróttarspælara. Føroyingurin er nevnliga tann e-spælarin, sum hevur vunnið flest pengar innan ítróttargreinina.
Framtíðin er óviss
Í dag býr 29 ára gamli føroyingurin í Lissabon í Portugal. Sjálvt um 29 ár, fyri tey flestu, er ein ungur aldur, so telist Jóhan Sundstein millum teir elstu innan e-ítrótt.
Jóhan Sundstein er heldur ikki at síggja á tí professionella e-ítróttarpallinum í løtuni. Gamli spælarin hevur tikið ein steðg frá e-ítróttinum og veit ikki at siga enn, um hann nakrantíð kemur aftur.
- Nú fáa vit at síggja. Man skal ongantíð siga ongantíð. Í løtuni njóti eg tingini sum tey eru. Eg havi ofrað alla mína tíð í tíggju ár. Og tað eru fleiri ting, sum eg gjarna vildi gjørt áður, sum eg nú royni at uppliva og læra, sigur Jóhan Sundstein við DR Sporten.
Navnið hjá Team OG var skjótt sligið fast innan e-ítróttarheimin, tá teir byrjaðu at vinna fleiri av teimum størri kappingunum. Størsta hæddarpunktið var í 2019, tá Team OG megnaði at endurvinna altjóða kappingina í Dota 2, The International. Team OG er fyrsta liðið og higartil eisini tað einasta liðið, sum hevur megnað at vunnið kappingina tvey ár á rað.
Manningin er altavgerandi
Fyri Jóhan Sundstein hevur liðið alstóran týdning, um hann aftur skal trína á tann professionella e-ítróttarpallin.
- Eg hevði ikki verið til reiðar at spælt við einum heilt nýggjum liðið umaftur. Tað eri eg vorðin ov gamal til, sigur Jóhan Sundstein, sum var liðskipari á Team OG. Hinir á liðnum vóru Anathan Pham úr Avstralia, Sébastien Debs úr Fraklandi, Topias Taavitsainen og Jesse Vainikka, sum báðir vóru úr Finnlandi. Tað var henda manningin, ið skrivaði seg inn í søgubøkurnar, men sambært Jóhan Sundstein, so gav henda manningin honum eisini so nógv annað umframt tey góðu úrslitini.
- Vit fingu ótrúliga nógv burturúr hvørjum øðrum. Vit fingu hvønn annan til at gerast betur bæði sum spælarar, men eisini sum menniskju, sigur Jóhan Sundstein.
- Altso eg vildi vera tann besti, og eg vildi vísa verðini, at eg var tann besti. Men mátin man ger tað uppá í hesum spælinum, er sum eitt lið. Og tað skiltu vit allir samlir.
- Tað er roknistykkið meir enn úrsliti. Fyri meg hevur tað størst týdning, at eg havi eginleikan og forstáilsi fyri, hvat ið krevst fyri at vinna. Og hvussu man vinnur sum lið, sigur Jóhan Sundstein við DR Sporten.
Hevur góðar umstøður
Jóhan Sundstein hevur enn ikki tikið endaligu avgerðina, um hann ætlar sær at halda áfram sum professionellur e-spælari ella ei. Heima hjá Jóhan Sundstein, er tað hóast alt lítið sum bendur á, at føroyingurin ikki ætlar at halda áfram innan ítróttin onkursvegna.
Í Portugal har Jóhan Sundstein býr, hevur hann gjørt sær eina ordans borg, sum má sigast at vera skraddaraseymað til tann professionella e-ítróttarspælaran. Við 17 kømrum, flatskermum á teimum flestu veggjunum, svimjihyli, venjingarhøli og einum privatum koki, so manglar einki.
- Ætlanin er, at húsið skal kunna húsa fleiri e-ítróttarliðum í tveir – tríggjar mánaðar í senn. Húsið skal hava eitt sovorðið setursskúla-huglag, sigur Jóhan Sundstein. Húsið hevur fingið heitið “Sunflower House”.
- Man skal bæði kunna arbeiða hart frammanfyri telduni, men tað, at her er grønt, ein svimjihylur, frísk luft, heimagjørdur matur, er alt við til at økja um avriki hjá tí einstaka, sigur Jóhan Sundstein við DR Sporten.