Tað eigur ikki at fara aftur við borðinum, at Føroyar fyrr í dag vunnu ein landsdyst í fótbólti, tí tað er ikki á hvørjum degi, at tað kemur fyri.
Á middegi í dag vunnu Føroyar 3-2 í EM undankappingardysti. Mótstøðuliðið var Armenia, og dysturin vað spældur í Porec í Kroatia.
Á heimasíðuni hjá UEFA hevur staðið og stendur framvegis, at Føroyar vunnu 3-2, men meðan tveir spælarar standa at hava skorað mál fyri Armenia, so stendur Tobias E. Hansen at vera einasti málskjútti hjá Føroyum.
Men tað vóru Føroyar, sum vunnu 3-2, og hálvleiksstøðan var 1-0 til Armenia, sum legði seg á odda fimm minuttir undan steðginum.
Tobias E. Hansen úr B36 varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og tíggju minuttir seinni javnaði hann til 1-1.
Fremsti maður á føroyska liðnum í dag var KÍ álopsspælarin Jóhan Josephsen, og hann átti avgerandi leiklut í, at Føroyar vunnu 3-2. Jóhan Josephsen legði Føroyar á odda 2-1, tá ið tað restaðu 20 minuttir.
Føroyar vóru á sigurskós, inntil stóripinnur var farin einaferð eyka runt. Tá javnaði Armenia, og so sá tað út til, at Føroyar høvdu mist sigurin á stokkin.
Soleiðis varð tað tó ikki. Tveir minuttir seinni skoraðu Føroyar 3-2 sigursmálið, og aftur var tað Jóhan Josephsen, sum var málskjútti.
Føroyska liðið var mannað við hesum spælarunum:
Jón Petur Thomsen NSÍ – Jónas Prior 07 Vestur, Ingi Arngrímsson Víkingur, Suni Herman Petersen B71, Bjørn Bjarkhamar Víkingur (Jón í Horni Nielsen, 46.), Árni Nóa Atlason Víkingur (Olivur Renéson Thomsen, TB, 92.), Mattias Hellisdal B36, Julian Mouritsen 07 Vestur (Hans Pauli á Bø, EB/Streymur, 70.), Hanus Højgaard B68, Teitur Knudsen NSÍ (Tobias E. Hansen B36, 46.), Jóhan Josephsen KÍ
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Svend Danielsen B68, Virgar Jónsson EB/Streymur, Sølvi Johannesen KÍ, Carl Mikkelsen B36, Thomas Bjørn Miezan FC København
Venjari: Øssur Hansen
Hjálparvenjari: Christian Høgni Jacobsen
Í hesi EM undankappingini hava Føroyar spælt tríggjar dystir.
15. november endaði tað við 6-0 tapi ímóti Ísrael.
18. november endaði tað við 2-0 tapi ímóti Kroatia.
Og í dag, týsdagin 21. november, vunnu Føroyar 3-2 ímóti Armenia.