Aftur í dag vann Víkingur, og teir í Eysturkommunu hava nú spælt 18 dystir á rað uttan at missa stig.
Í dag vann Víkingur 2-1 á heimavølli ímóti Skála, sum avrikaði væl, tá ið havt verður í huga, at Skála er uppflytari, og at Víkingur í næstan eitt ár hevur vunnið tvær ferðir ímóti næstan øllum hinum liðunum í landskappingini.
Sunnudagin fer B36 til Gøtu. Um tað eisini tá fer at enda við heimasigri hjá Jóhan Petur Poulsen og hansara monnum, og um Víkingur í 9. umfari, sum verður 12. mai, fer at vinna fulla úrtøku í Klaksvík, so verður vegurin fram ímóti FM heitinum hjá Víkingi eins lagaligur og breiður, sum hann í fjør var hjá KÍ.
Hóast HB longu hevur tapt 2-1 í Gøtu, so er HB eftir 1-0 sigurin á heimavølli ímóti KÍ í dag, næstfremst og harvið besta boðið upp á avbjóðara hjá Víkingi.
Trífalda meistaraliðið úr Klaksvík tapti fyri aðru ferð í ár landskappingardyst í Gundadali. Tað er ongantíð komið fyri síðani 2015, at KÍ ikki hevur vunnið í Gundadali ímóti HB ella B36 ella báðum tveimum feløgunum í Gundadali.
Tað eru nýggjar tíðir í Klaksvík. KÍ hevur vunnið tríggjar sigrar í ár. Í fyrsta umfari var 6-0 sigurin á heimavølli ímóti ÍF sannførandi, men síðani hevur KÍ vunnið ógvuliga tepurt ímóti NSÍ og Skála. Leygardagin verður B68 gestur í Klaksvík, og sum landið liggur í løtuni er KÍ ikki stórfavorittur í tí dystinum og als ikki favorittur, tá ið HB í aðru viku fer at spæla í fyrsta umfari í steypakappingini í Klaksvík.
At uppflytararnir í NSÍ í kvøld vunnu á heimavølli ímóti B36, sum hevur verið roknað at vera FM kandidatur, er staðfesting av, at talan er um stór sveiggj í avrikum og úrslitum hjá øllum uttan greiða toppliðnum í Sarpugerði.
EB/Streymur lyfti seg við trivaligasta sigrinum í 10 ár úr botninum. ÍF málmunurin er 1-24, og tað ber boð um, at tað í løtuni sær heilt svart út hjá ÍF.
Síðsti dysturin í 5. umfari verður mánakvøldið, tá ið B68 fær vitjan av 07 Vestur, sum fer at lyfta seg fram á fjórða pláss, um tað eydnast at vinna fulla úrtøku á Svangaskarði.
Víkingur – Skála 2-1 (0-0)
1-0: Poul Kallsberg 56.
2-0: Géza Dávid Turi 67.
2-1: Kristian Martin Jakobsen 83.
NSÍ – B36 1-0 (0-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 57.
EB/Streymur – ÍF 5-0 (0-0)
1-0: Virgar Jónsson 55.
2-0: Jens Erik Bruhn 65.
3-0: Virgar Jónsson 76.
4-0: Hannus Esmarsson Eiðisgarð 88.
5-0: Filip Djordjevic 93.
HB – KÍ 1-0 (0-0)
1-0: Bartal Wardum 90.
Mánadagin 15. apríl
B68 – 07 Vestur: Heini Ziskason Viðoy kl. 18.00
Víkingur | 5 | 5 | 0 | 0 | 16 | 3 | 15 |
HB | 5 | 4 | 0 | 1 | 10 | 4 | 12 |
B36 | 5 | 3 | 1 | 1 | 11 | 4 | 10 |
KÍ | 5 | 3 | 0 | 2 | 11 | 6 | 9 |
NSÍ | 5 | 3 | 0 | 2 | 10 | 7 | 9 |
07 Vestur | 4 | 2 | 1 | 1 | 7 | 6 | 7 |
EB/Streymur | 5 | 1 | 1 | 3 | 8 | 10 | 4 |
Skála | 5 | 1 | 0 | 4 | 7 | 11 | 3 |
B68 | 4 | 0 | 1 | 3 | 1 | 7 | 1 |
ÍF | 5 | 0 | 0 | 5 | 1 | 24 | 0 |
Máltindurin
Páll A. Klettskarð KÍ | 7 |
Finnur Justinussen Víkingur | 5 |
Petur Knudsen NSÍ | 4 |
Poul Kallsberg Víkingur | 4 |
Fríggjadagin 19. apríl
HB – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 18.00
Leygardagur 20. apríl
KÍ – B68: Áki Leitisstein Hansen kl. 18.30
Sunnudagur 21. apríl
ÍF – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00
Víkingur – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
07 Vestur – Skála: Dagfinn Forná kl. 15.00