Jóhan Petur noyddist at útseta føðingardagin

Tað var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn Víkingur í steypakappingini fekk bilbukt við AB

Jóannes Hansen
8. mai 2024 kl. 21:39

Meðan føroyingar flestir í kvøld høvdu fokus á landsdystinum í hondbólti í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, spældu Víkingur og AB fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið í Sarpugerði í Gøtu.

Støðutalvan í landskappingini kundi bent á, at hetta fór at verða avgreiðsluspirningur hjá Víkingi, men soleiðis varð tað ikki. Víkingur vann seg í hálvfinaluna við 3-0 sigri, men tað var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at favorittarnir fara at halda fram í steypakappingini, og at leikluturin hjá AB er liðugur í steypakappingini á hesum sinni.

Í dag hevur óføri venjarin hjá Víkingi føðingardag. Hann er toftamaður, sum býr á Strondum og arbeiðir í Sarpugerði. Í dag eru 38 ár síðani, at hann varð føddur. Í kvøld var hann ikki so skjótur til hús, sum tað kanska kundi roknast við undan dystinum.

Hóast Víkingur alla tíðina hevði stóra leikliga yvirvág, so hildu Rói Zachariassen í AB málinum og liðfelagar hansara tørn um málleysan javnleik, og so var neyðugt við longdari leiktíð. Tá eydnaðist tað loksins Víkingi at fáa hol á, og so skrædnaði tað.

Víkingur vann 3-0. Fyrsta málið skoraði Arnbjørn Svensson, tá ið 100 minuttir vóru farnir, og tvey tey næstu skoraði innskifti álopsspælarin Rani Hansen í 108. og 114. minutti.

Hjá Víkingi eru fleiri spælarar hálvskaddir, og í kvøld var einki at síggja til Finn Justinussen, Sølva Vatnhamar og Jákup Johansen, og tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at føðingardagsbarnið fór at skifta út. Tá vórðu Géza Dávid Turi, Arnbjørn Svensson og Bergur Gregersen skiftir inn. Tíggju minuttir frammanundan avloysti Rani Hansen í álopinum, at Martin Klein Joensen í kvøld var fremsti maður, og tað eydnaðist heilt væl hjá Rana Hansen.

Í morgin vera hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar í steypakappingini.

Sunnudagin fer Víkingur til Klaksvíkar at spæla landskappingardyst ímóti KÍ.