Jóhan Petur heldur fram í Sarpugerði

37 ára gamli Jóhan Petur Poulsen verður eisini trý tey næstu árini venjari hjá Víkingi

Jóannes Hansen
9. oktober 2023 kl. 21:18

Víkingarnir eiga í løtuni liðið, sum seinastu mánaðirnar hevur avrikað best í fremstu deildini.

Í gjár vunnu teir 3-0 á Svangaskarði. Hetta var 11. sigurin á rað í landskappingini. Víkingur er á triðja plássi, og víkingarnir hava framvegis møguleika at røkka silvurplássinum.

Á odda fyri liðnum hjá Víkingi, sum fyri tað mesta er mannað við lokalum spælarum, er Jóhan Petur Poulsen. Í kvøld skrivar Víkingur, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður, sum ber við sær, at Jóhan Petur Poulsen eisini trý tey næstu árini – 2024 – 2026 – verður venjari hjá Víkingi.

Jóhan Petur Poulsen er 37 ára gamal.

Víkingur skrivar soleiðis:

JÓLINI KOMU TÍÐLIGA Í ÁR

1. september í 2020 byrjaði Jóhan Petur Poulsen sum høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum. Hóast ongar royndir í bestu deildini, so var harrin, ið seinastu seks árini hevði staðið á odda fyri okkara næstbesta liðið, ið hevði fingið framúr úrslit, settur sum høvuðsvenjari.

At Jóhan Petur hevur átt ein stóran lut í at felagið er komið hartil, sum tað er í dag, er tað nokk eingin, ið ivast í.

Vit hava m.a. framt eitt flott ættarliðsskifti við egnum leikarum, framleitt fleiri landsliðsleikarar, selt fleiri leikarar til útlondini og spælt okkum til evropeiskan fótbólt aftur. Mest umráðandi av øllum, so blomstrar felagsskapurin, og vit eiga eitt felag við góðum støðufesti og stuðli úr nærumhvørvinum.

Hóast umstøðurnar í byrjanini av hesum kappingarárinum sóu avbjóðandi út, so hava vit enn einaferð víst, at hart arbeiði gevur úrslit.

Vit eiga nógv fólk í Víkingi, ið hvørja viku gera eitt kempi arbeiði, fyri at okkara felag virkar sum tað ger, men tað er serliga ein, ið eigir stórt rós fyri, at vit eru komin hartil, ið vit eru í dag.

Hart arbeiðandi, nærlagdur, seriøsur, og so hevur hann eitt ljósablátt hjartað, ið brennur fyri menningini í øllum pørtum av felagnum.

Nógv afturat kundu vit sagt um Jóhan Petur Poulsen, okkara høvuðsvenjara, sum nú hevur longt sáttmálan við Víkingi við trimum árum, skrivar Víkingur í kvøld.