Jóhan Martin Christiansen sýnir fram nýggj verk í Víngarðinum í Havn

Summer Night City er lætt klingandi heiti á framsýningini hjá Jóhan Martini Christiansen, sum letur upp í Víngarðinum leygardagin 6. februar klokkan frá 15-17

Kinna Poulsen - tíðindaskriv
4. februar 2021 kl. 23:59

Summer Night City, hesin summarkvøldarbýurin var á sinni Stokkhólmur í sanginum, sum Benny Andersson og Bjørn Ulvaeus skrivaðu til Abba í 1978.

Men hví velur ein føroyskur listamaður hetta sangheitið til eina framsýning í einum februarkøldum vetrarbýi sum Havnini? Kanska tí okkum tørvar ein fløva í hesu køldu coronatíð, men tað kemst møguliga eisini av hesum fullkomiliga dárandi blandinum av inniligum sakloysi og markleysari dekadansu, ið merkir væl framleidda tónleikin hjá Abba.

Nakað av hesum sama dupultleikanum er í listini hjá Jóhan Martini Christiansen, har tú bæði kanst uppliva stórt og strangt álvarsemi og eitt næstan eksplosivt ovfarakæti við fleiri samantvinnaðum træðrum við hópin av tilsipingum.

Gipsverk
Summer Night City fevnir um nýggj gipsverk, sum Jóhan Martin Christiansen hevur stoypt. Útgangsstøðið er í fleiri førum pappkassar til vín, sum listamaðurin hevur gjørt avstoypingar av og á henda hátt tekur listamaðurin atlit til framsýningarstaðið, sum er ein vínbarr umframt gallerí. Listamaðurin var við til at prýða Glasir og tók eisini tá støði í bygninginum og byggiprosessini.

Prosessin hevur sum heild stóran týdning í verkinum hjá hesum listamanninum - tað sigur kanska seg sjálvt, tá talan er um gips. Gips er eitt natúrligt miniral, sum verður blandað saman við vatni til eitt flótandi evni, ið síðan storknar. Tilfarið verður brúkt innan byggjarí, men hevur eisini sína heilt serligu listasøgu, har tað ikki minst hevur verið brúkt til kopiering av klassiskum standmyndum. Sostatt ber gipsið í sær sera ymiskar assosiatiónsmøguleikar, sum Jóhan Martin Christiansen er tilvitaður um - tær eru ein partur av fatanini av verkunum. Hann er hugtikin av tilfarinum og hvussu tað megnar at upptaka fótafar av øðrum tilfarum. Tað snýr seg also um spor frá einum tilfari, ið eru flutt yvir í eitt annað tilfar og soleiðis sæð kann mann siga, at verkini lýsa sína egnu skapanarprosess, sum er eitt við týdningin. Gipsverkini hjá Jóhan Martini Christiansen eru vorðin alsamt meira ekspressiv og fjølbroytt eisini tí hann í størri mun er farin at brúka litir í verkunum. Tessvegna kunnu verkini eisini fatast sum nonfigurativar myndir, ið bæði kunnu vera vakrar og poetiskar.