Jóhan hevur skrivað undir við NSÍ

Fysiski venjarin er tann sami, sum hann var í fjør, tá ið NSÍ vann uppflyting

Karstin Joensen formaður í NSÍ saman við Jóhan E. Heimustovu, ið heldur fram sum fysiskur venjari
Jóannes Hansen
25. januar 2024 kl. 13:10

Jóhan E. Heimustovu verður eisini í 2024 fysiskur venjari hjá NSÍ. Tað boðar felagið frá á heimasíðu síni.

NSÍ skrivar soleiðis:

Tað hevur fingið størri og størri týdning, at høvuðsvenjarin hevur eitt gott venjaratoymi afturat sær. Tí er tað gleðiligt at staðfesta, at Jóhan hevur longt um samstarvið, sum hevur gingið sera væl higartil.

Jóhan hevur tikið sær av venjingunum í vetur, soleiðis at hópurin er væl fyri, nú fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið veruliga byrjað.

Jóhan eigur og rekur Fysio Gym, sum er bæði ein venjingarmiðstøð og ein fysioterapi klinikk. Hetta gevur honum sera góðar førleikar til at taka sær væl av fysiska partinum av venjingini.

Vit gleðast um, at Jóhan og NSÍ halda fram við góða samstarvinum, skrivar NSÍ.