Tað er nú greitt, at føroyski hondbóltsspælarin, Johan Hansen, gevst í týska felagið sínum, SG Flensburg-Handewitt. Felagið skrivar, at tá ið kappingarárið er liðugt, verður sáttmálin við føroyska leikaran ikki endurnýggjaður.
Tey hava fingið ein nýggjan leikara at taka yvir, nevniliga Domen Novak úr Slovenia og sum nú spælir við
Wetzlar.
Johan Hansen gjørdi sáttmála við týska felagið fyri tveimum árum síðani.
Danska TV2 vísir á, at Johan Hansen hevur spælt 91 landsdystir fyri Danmark og hevur skotið 167 mál.
Hann var eisini við á danska landsliðmnum, sum vann trý HM upp í slag, nevniliga í 2019, 2021 og í fjør. Hann var eisini á liðnum sum vann EM bronsu í 2022 og silvurmerki í ár.
Hinvegin var hann ikki á liðnum, sum vann OL gull í París í summar, tí tá var tað Hans Lindberg, sum tikin fram um hann at spæla høgra vong.