Danmark er stórfavorittur í kvøld ímóti Grikkalandi. Dysturin verður um somu tíð, sum Føroyar og Norra spæla.
Tá ið Danmark hóskvøldið vann ímóti Kekkia, var Jóhan á Plógv Hansen ikki á listanum hjá Danmark. Hann sat millum áskoðararnar, meðan Hans Lindberg tað mesta av 1. hálvleiki var vongur í høgru. Síðani var tað bakkurin Niclas Kirkeløkke, sum var vongur, og tað sær út til, at hann aftur í kvøld fer at vera nógv á veinginum.
Í donsku pressuni hevur verið víst á, at høgra síða á danska liðnum eí álopsspælinum er mest sum arbeiðsleys. Tað kemst av, at Mathias Gidsel á bakkinum í høgru oftast er hann, sum leggur fyri í álopspartinum, og tað ger hann við at spæla bóltin móti vinstru, og tá er tað sjáldan, at bólturin aftur endar heilt úti í høgru. Tað er altso mest í skjótálopum, at vongurin í høgru hevur møguleika at gera seg galdandi.
Donsku spælararnir, sum í kvøld sita millum áskoðararnar, eru Mikkel Hansen, Mads Mensah og Hans Lindberg.