Ongi úrslit

Jóhan er við í endaliga HM-hópinum

Tað verður við føroyskari luttøku til HM-endaspælið í hondbólti í Egyptalandi, sum byrjar í dag. Jóhan á Plógv Hansen er við í endaliga hópinum hjá Danmark

Sigurjón Einarsson
13. januar 2021 kl. 14:07

Nú er endaligi hópurin hjá danska hondbóltslandsliðnum úttikin, og við føroyskum brillum sær tað gott út. Jóhan á Plógv Hansen er úttikin til 20-manshópin, ið skal verja heimsmeistaraheitið.

Ofta hevur hann verið ov stuttur til endaliga hópin, tá Danmark hevur luttikið til eitt endaspæl, men tolin trívst og treiskin vinnur, tí Jóhan sær út til at hava vunnið plássið frá Hans Lindberg hesuferð, ið ikki er við í endaliga hópinum. Tó er Hans Lindberg ímillum teir 35 í bruttohópinum.

Fyrireikingarnar merktar av koronu

Sum við so nógvum øðrum, so er tað korona, sum hevur havt stóra ávirkan á fyrireikingarnar hjá øllum liðum, ið fara at taka lut í endaspælinum. Í summum landsliðslegum hevur støðan verið mestum kaotisk.   

Ringast hevur tað gingið útyvir USA og Kekkia, ið avlýstu teirra luttøku týsdagin. Kekkia skuldi eisini spæla tveir undankappingardystir móti Føroyum seinasta vikuskiftið, men teir vórðu avlýstir vegna koronustøðuni í Kekkia-leguni. Sveis og Norðurmakedonia eru við ístaðin fyri USA og Kekkia.

Vanligt hevur verið, at lond skulu handa endaliga listan við teimum 35 nøvnunum, sum verður bruttuhópurin til eitt endaspæl. Men vegna koronufarsóttini, hevur IHF – tann altjóða hondbóltssamgongan – hesaferð givið londunum møguleika fyri at broyta bruttuhópin fram til dagin fyri fyrsta dyst.

HM 2021 í hondbólti verður í Egyptalandi í døgunum frá 13. – 31. januar, har Danmark skal verja sítt heimsmeistaraheitið. Teir eru eisini mettir at vera millum tey fremstu, sambært hondbóltskøn.

Eisini er greitt, at eisini Niklas Landin og Mikkel Hansen verða við. Teir umhugsaðu annars at geva avboð til kappingina, tí egyptisku fyrireikararnir ætlaðu at lata áskoðarar vera til dystirnar, men hesar ætlanir eru nú sleptar og tí hava teir meldað seg klárar.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

Í gjár kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18