Sum vit skrivaðu fyrr í dag, verður spurningurin um føroyskan limaskap viðgjørdur í ár. Føroyingar hava roynt í óteljandi ár at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, men tað hava hini londini noktað okkum, tí vit eru ikki eitt sjálvstøðugt land.
Men sum vit eisini skrivaðu í áðni, hevur Løgtingið fingið nokk og vil ikki finna seg í hesum longur.
Hesa vikuna umboðar Johan Dahl, Føroyar á fundi í Norðurlandaráðnum í Reykjavík. Og tá ið Løgtingið viðgjørdi málið beint fyri summarferiuna, var hann rættiliga avgjørdur.
– Eg tími ikki at fara til Íslands fyri at verða traðkaður á, gjørdi hann Løgtinginum, og Landsstýrinum, púra greitt.
Tí vildi hann hava, at landsstýrið gjørdi støðuna upp og góvu honum greitt at vita, hvørji boð hann skuldi bera víðari til Norðurlandaráðið, vilja tey framvegis ikki lata okkum fáa sjálvstøðugan limskap.
Seinni í ár verður aftur fundur í Norðurlandaráðnum og tá verður støða tikin. Men Johan Dahl vil hava at vita frá løgmanni og landsstýrismanninum longu nú, hvørji boð, hann skal geva hinum norðurlondunum.
Johan Dahl sigur, at hann hevur havt fund við Landsstýrið um málið, so hann veit, hvat hann skal svara hinum Norðurlondunum.
Men tað vil hann ikki siga nakað um enn.
Men tá ið Løgtingið viðgjørdi málið herfyri, helt hann, at hann framvegis trýr upp á, at tað ber til at tosa seg til rættis, so at vit fáa sjálvstøðugan limaskap.
Men eydnast tað ikki, heldur hann, at vit skulu gera sum grønlendingar og taka ein steðg frá norðurlendska samstarvinum.
Tað heldur hann kortini verður ein stórur missur, bæði fyri okkum, og fyri hini norðurlondini. Eitt nú veit hann ikki, hvussu spennandi tað verður hjá hinum norðurlondunum at leggja eina arktiska ætlan, sum Norðurlandaráðið er í ferð við, uttan at Føroyar og Grønland, sum hava stóran týdning fyri arktiska øki, eru við.