Johan Dahl meldar ærumeiðing til løgregluna
Sambandsmaðurin Johan Dahl kennir seg forfylgdan og "stalkaðan" av einum anonymum persóni
Árni Gregeersen
28. februar 2024 kl. 15:15
Politikarin Johan Dahl úr Sambandsflokkinum hevur í dag vent sær til løgregluna og meldað ein anonyman persón, sum hann følir forfylgir sær.
Persónurin hevur sent anonym brøv til Johan Dahl sjálvan og konu hansara, har hann leggur politikaran undir at hava gjørt eina útlendska kvinnu uppá vegin. Forfylgingin hevur staðið við seinastu seks mánaðirnar, og seinast hevur anonymi persónurin skrivað tað sama á miðlinum Jodel.
-Nú haldi eg nokk er nokk, sigur Johan Dahl.
Hann sigur við tey, sum hava hoyrt hesa søguna, at hann staðiliga avvísir hesum sum reint íspunnin søga, frá onkrari sjúkari sál.
Hann vónar at løgreglan fær steðgað hesum máli.