Jógvan Ósá nýggjur stjóri í Bústøðum

Hann er í dag tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu

Fríðmundur Nattestad
28. juni 2024 kl. 09:50

Stýrið fyri Bústaðir hevur sett Jógvan Ósa í starv sum stjóra. 14 umsóknir vóru til starvið.

Andras Róin, sum hevði verið stjóri síðani 2011, varð koyrdur til hús 13. februar. Síðani tá hevur Hjørdis Gaard Lailudóttir verið virkandi stjóri í Bústøðum.

Jógvan Ósá, sum er 38 ára gamal, er útbúgvin cand.tech., byggifrøðingur og húsasmiður. Hann er í dag tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu.

Nýggi stjórin í Bústøðum byrjar í starvinum í seinasta lagi 1. oktober.