Jógvan og Jógvan á toppinum

Í HNJ Bókhandli vóru tað Skakandi tilburðir og Hans Eiler Hammer, sum vóru mest seldu bøkurnar

Jóannes Hansen
4. januar 2025 kl. 16:50

Jógvan Isaksen og Jógvan Arge. Teir báðir hava nógvu tey seinastu árini givið bøkur út undan jólum, og soleiðis var tað aftur í ár. 10. Krýnikan hjá Jógvani Arge var longu at fáa í september, meðan krimisøgan hjá Jógvani Isaksen var at fáa góðar tvær vikur undan jólum.

Sambært uppgerðini hjá Rit og Rák, bókhandlinum í SMS, so var krimisøgan hjá Jógvani Isaksen mest selda bókin, og Krýnikan hjá Jógvani Arge næstmest selda bókin.

Altartalvan eitur bókin hjá Jógvani Isaksen. Tann fyrsta krimisøgan hjá honum var Blíð er summarnátt á Føroyalandi. Hon kom út í 1990, og Altartalvan er tann 22. í røðini av krimisøgum, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað.

10. Krýnikan hjá Jógvani Arge sigur hann vera tað seinastu av hansara hond. Hon snýr seg fyri tað nógva um, tá ið føroyingar frá seint í 1800 talinum og fram til eftir seinna heimsbardaga vóru til lands á Eysturlandinum í Íslandi. Eitt nú verður gjørt burturúr, tá ið Jákup bóndi á Biskupsstøð í Klaksvík var har yviri og smíðaði bátar fyri íslendingar, og tá ið brøðurnir úr Grótinum á Skipanesi sum unglingar vóru har yviri. Teir vóru Klávur, Christian og Jógvan, sum allir búsettust í Klaksvík.

Ferðirnar millum londini við vánaligum skipum vóru ikki altíð tespiligar, og tað verður sagt frá, tá ið tað var um reppið, at skip við 400 føroyingum umborð gekk burtur.

Á topp 10 listanum í HNJ Bókhandl er Skakandi tilburðir 18 hjá John Myllhamar ovast. Fyrsta bókin í røðini varð útgivin í 2006, og so varð nýggj bók útgivin á hvørjum ári fram til 2022. Í 2023 varð eingin bók útgivin, men í fjør varð 18. bókin útgivin, og sum tað sæst á listanum hjá HNJ Bókhandli, so varð hon væl móttikin.

Næstovast á listanum hjá HNJ Bókhandli var Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak, sum er skrivað av Hans Eiler Hammer presti.

Topp 10 í HNJ Bókhandli

'