Líta vit at føroyskum skaldskapi tey farnu gott hundrað árini, so er tað týðuligt, at útgávur av lyrikki hava verið við yvirlutan í mun til prosa. Og soleiðis hevur tað eisini í høvuðsheitum verið tey seinnu árini, men hyggja vit at 1990'unum, so er líkt til, at her tekur tann óbundni skaldskapurin av álvara dik á seg. Pástandurin skal kortini takast við varsemi, hvat tíðarskeiðnum viðvíkur, tí tú kanst ikki meta eitt tíggjuáraskeið fullkomiliga óheft av undanfarnum árum. At tað hóast alt javnan verður farið fram á henda hátt er av praktiskum grundum, og í hesum føri snýr tað seg hóast alt meira um eina kvantitativa kanning enn eina kvalitativa.
Eitt fitt gjøgnumbrot av einahelst prosa kom fyrst í 1980'unum við Hanusi Kamban ("Dóttir av Proteus" 1980), Gunnari Hoydal ("Av longum leiðum" 1982) og Oddvør Johansen ("Lívsins summar" 1982). Tað er somuleiðis í 1980'unum, at føroyskur lyrikkur gerst kendur uttan fyri landoddarnar, tá ið Rói Patursson í 1986 fær bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins fyri "Líkasum" 1985. Hetta er fyrstu og higartil einastu ferð, at føroyskar bókmentir fáa hesa virðisløn, tí hóast William Heinesen fekk virðislønina í 1965, so var hann stillaður inn av Danmark. Føroyar fingu ikki rættin at stilla inn fyrr enn í 1983.
Tað er kortini sum at tað veruliga kemur ferð á føroyska prosa tíggjuáraskeiðið innan aldaskiftið. Gunnar Hoydal gevur í 1991 út framúr skaldsøguna "Undir suðurstjørnum", sum man vera tann fyrsta føroyska autofiktións-bókin. Tað er líka "Ferð mín til Jorsala" eftir Kristian Osvald Viderø frá 1957, sum kanska kann bólkast her. Fleiri av teimum bestu bókunum hjá Oddvør Johansen koma somuleiðis hetta skeiðið: "Ein mamma er ein mamma" 1993, "Á káta horninum" 1995 og "Í morgin er aftur ein dagur" 1998. Hanus Kamban, sum enn eitur Hanus Andreassen, tekst hesi árini einahelst við at skriva ævisøguna hjá Janusi Djurhuus, og søgusøvnini hjá honum stava frá árunum undan og aftaná.
Tann seinasta og sjeynda bókin í røðini "Á ferð inn í eina óendaliga søgu", "Bláfelli", eftir Jens Paula Heinesen kemur í 1992. Henni á baki koma "Rósa Maria" 1995, "Gamansleikur 2" 1995 og "Ein ódeyðilig sál - og aðrar" 1999. Aftrat hesum gevur Jens Pauli í 1998 út eitt savn við hugleiðingum upp á 423 blaðsíður í stórum broti. Sandavágsingurin er sanniliga tann stóri prosahøvundurin í føroyskum bókmentum.
"Í morgin er aftur ein dagur" gongur fyri seg í Havnini frá 1901 og árini upp til Annan veraldarbardaga. Kanny Sambleben gjørdi permumyndina.
Føroyskt met í titullongd
Ebba Hentze gav í 1980'unum út fleiri barnabøkur, men í 90'unum kemur bara tann eina, "Gulleygað", sum aftur fyri er av yndisligastu og vakrastu bókum. Maud Heinesen er ikki líka virkin sum høvundur sum maðurin Jens Pauli, men hon hevur skrivað fleiri barnabøkur og heilt fitt av søgum til "Mín jólabók". Í 1993 letur hon "Abbi og eg" úr hondum. Heini Hestoy gav í 1980'unum bøkur út saman við systrini Ingrid Hestoy, men tað er árini aftan á, at tær stórliga umhildnu ungdómsbøkurnar "Regin og Sára" 1991 og "Summardáar" 1995 koma. So mugu vit ikki gloyma, tann vinstrahalla sakføraran D.P. Danielsen sum í 1990 gevur út sína einastu skaldsøgu, "Hvørt við sínar náðir", ið fer fram í fyrru helvt av 1800-talinum, tá ið tað koma nýggjar niðursetubygdir í Føroyum.
Jóanes Nielsen gevur umframt yrkingasøvnini "Kirkjurnar á havsins botni" 1993 og "Pentur" 1998 eisini tvær skaldsøgur út. Bæði hana við føroyskum meti í tittullongd: "Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum" 1991 og "Páskaódnin" 1997. Áðrenn "Tempulsúlurnar" hevði Jóanes givið nakrar prosastubbar út, men nú fer hann av álvara at markera seg sum bæði lyrikari og prosamaður. Carl Jóhan Jensen gevur út yrkingasøvnini "Hvørkiskyn" 1990 og "Tímar og rek" 1997, men eisini hann fer at gera vart við seg sum prosamaður við skaldsøguni "Rúm" 1995. Her skal kortini leggjast aftrat, at Carl Jóhan longu í 1979 hevði roynt seg sum prosaøvundur við tí stuttu "Seinnapartur", men annars var lyrikkurin hansara øki burturav. Tóroddur Poulsen gevur eina røð av yrkingasøvnum út - "Navn nam við navn" 1991, "Villur" 1992, "Eygu á bliki" 1993, "Steðgir" 1996, "Speispei spei" 1999 - men eisini prosabøkurnar "Reglur" 1994 og "Sót og søgn" 1997.
"Tey kalla meg bara Hugo" eftir Rakel Helmsdal er fyrsta bókin í eini røð um drongin Hugo. Philippe Carré eigur permuna.
Hugflog
Steinbjørn B. Jacobsen, sum var virkin sum lyrikari frá miðskeiðis í 1960'unum, fer í 90'unum sum fleiri onnur meira yvir í prosa og gevur út skaldsøguna "Kasta" 1991, um tíðina við íslendskum trolara, barnabøkurnar "Tvey systkin" 1991, "Lítli Páll í Nólsoy" 1992, "Eftir nátungum" 1993 og eitt savn av leikum "Húsið o.a. stutt" 1997.
Bergtóra Hanusardóttir gevur hesi árini út tríggjar bøkur. Skaldsøguna "Skert flog" 1990, søgusavnið "Loynigongir" 1993 og ta søguligu skaldsøguna "Suðar dýpið reyða" 1999. Rakel Helmsdal ger eisini av álvara vart við seg. Hon leggur fyri við fyrstu bókini um tann 11 ára gamla Hugo, "Tey kalla meg bara Hugo" 1995, annað bind "Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo?" kemur í 1997, og ímillum hesi bæði bindini gevur Rakul út skaldsøguna "Søgur úr Port Janua", har hon av álvara fær roynt sítt eyðkenda hugflog. Sum um hetta ikki var nóg mikið, so letur hon í 1998 frá sær bókina "Drekar og annað valafólk" við fimm fantasy-kendum ævintýrum. Bókin er myndprýdd av Edwardi Fuglø og stak vøkur.
Alexandur Kristiansen hevur hesi áratíggju longu gjørt vart við seg í mong ár sum bæði yrkjari og týðari, og han gevur út bæði egin yrkingasøvn, eina rúgvu av týðingum av yrkingum og so eisini yrkingar fyri børn. Men 1990'uni eru ikki hansara virknasta skeið sum skrivandi maður. Í 1990 kemur "Staksteinar", í 1991 "Odysseus í hjartanum" og so eitt savn av skjaldrum "Grísaflísapætur" í 1992, men annars er tøgn, og tað er óvanligt fyri ein so ídnan høvund sum Alexandur. Fuglfirðingurin er ein av teimum fáu, sum heldur seg til lyrikkin. Ein annar, sum enn heldur seg til ta bundnu hálvuna av skaldskapi, er Oddfríður Marni Rasmussen, sum gevur út yrkingasøvnini "aldur hugans" 1994, "innantannaskríggj" 1995 og "Skil" 1998. Oddfríður er eisini fyrsti føroyingurin, sum gekk á tí danska Forfatterskolen. Hetta eru árini 1998-2000.
Malan Poulsen gav seinast í 1980'unum út sítt fyrsta yrkingasavn "Lát", og í 1995 kom tað næsta og seinasta savnið "Ímillum". Malan er ein fínur lyrikari, og tað er ein missur, at hon ikki hevur latið meira frá sær. Ólavur í Beiti kemur hesa tíðina við eini røð av prosabókum, og hetta áratíggju er hansara mest produktiva: "Frøkun Snarljós - og hennara dýrabæra ogn" 1994, "Eitt slag av tíð" 1995, tann eftir mínum tykki stak áhugaverda "Tá ið tú kemur" 1996, "Úr egnum barmi" 1997, "Losi tann fyrsti" 1997, "Til kærleikin meg skilir" 1998, "Sangur einliga pápans" 1999. Eftir aldamótið dragnar millum útgávurnar, og eftir nøkur ár tykist tann skaldsligi pennurin at vera upptornaður, og síðani hevur hann einahelst virkað sum blaðmaður.
"Undir suðurstjørnum" eftir Gunnar Hoydal er uttan iva ein av bestu føroysku skaldsøgum yvirhøvur. Permuna eigur Ingvør Nolsøe.
Kvinnurnar gera seg meiri galdandi
Lydia Didriksen kemur inn á pall við ungdómsskaldsøguni "Skuggar" 1990 og stuttsøgusavninum "Gráglómur" 1992. Aftrat hesum koma tvær barnabøkur: "Stóri Tóri og lítla Lív" 1997 og "Hvør vil eiga myrkrið" 1998. Marianna Debes Dahl hevði longu verið virkin í fleiri ár, og hetta tíggjuáraskeið letur hon í 1990 úr hondum barnabøkurnar "Tunnuflakin" og "Sonurin", skaldsøguna "Vívil" 1992 og endurminningarskaldsøguna "Úti á leysum oyggjum" 1997.
Tær fyrstu bøkurnar hjá Sólrún Michelsen, sum rættiliga seint trínir inn á pall, koma hetta skiftið: "Argjafrensar" 1994, "Útiløgukattar" 1996 og "Hin útvaldi" 1999. Síðani hava vit so dyggiliga sæð, hvat ið kemur burtur úr, tá ið ein vinnulívskvinna heldur upp at við at vera vinnulívskvinna burturav og av álvara fer at skriva. Ikki tí, eg ivist í, um tær eru nógvar, vinnulívskvinnurnar, sum hava listarligu gávurnar hjá Sólrún.
Petur Jensen, seinni kendur sum Petur Pólson, kemur hesi somu áratíggju við fleiri yrkingasøvnum: "afturvendandi endurspeglingar av komandi dreymum" 1994, "ongin sól er til" 1997" og "Guru" 1999. Birgit Arge letur ungdómsbókina "Sundur og saman" 1997 úr hondum, og Sonja Schneider kemur við fleiri barna- og ungdómsbókum: "12 jólaleikir" 1991, "Í øðrum heimi" 1991, "Sóleygað horvið" 1992, "Leiðarljós" 1997. Ímeðan Heðin Klein, sum seinnu árini er blivin serdeilis virkin á bókamótinum, bara gevur út eitt yrkingasavn hesa tíðina, "Veggjagrøs" 1994.
Mín egna fyrsta krimisøga "Blíð er summarnátt á Føroyalandi" kemur í 1990, ungdómsbókin "Brennivargurin" 1991, "Gráur oktober" 1994, onnur ungdómsbókin "Teir horvnu kirkjubøstólarnir" í 1996. Sama árið heitti Birgir Kruse á meg um at skriva níggju stuttar tekstir til útvarpið, og teir blivu til summarkrimisøguna "Á ólavsøku". Í 1999 kom ein sonevnd dukkukrimi, "Barbara og tann horvna bamsan" ætlað børnum beint áðrenn skúlaaldur. Tað skal í hesum sambandinum nevnast, at ein íblásturin til mína egnu krimiskriving stavaði frá Einari Petersen, sum í 1987 gav út Føroya fyrstu krimibók "Deyðin sendir apríl". Um krimiskriving hetta skeiðið er annars bara at nevna, at í 1996 gav Mina Reinert út sína higartil einastu spenningsbók "Duldar leiðir".
Fyrsta skaldsøgan hjá Jóanesi Nielsen "Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum" hevur ivaleyst føroyskt met í tittullongd. Amariel Norðoy gjørdi kápumyndina.
Lyrikkur vs prosa
Tað kemur fitt av fínum yrkingasøvnum út í 1990'unum, men samanumtikið haldi eg, at vit kunnu siga, at hetta tíggjuáraskeið í høvuðsheitum hoyrir prosanum til. Og tað er nakað nýtt í føroyskum høpi, har yrkingasøvnini vanliga hava havt ræðið. Árið 2019, men bert hetta eina árið, er eisini eitt undantak í mun til ta nevndu hevd, tí eg ivist í, um tað nakað annað ár eru komnar so nógvar dyggar prosabøkur út: Oddfríður M. Rasmussen "Ikki fyrr enn tá", Bjørk Maria Kunoy "Vit Føroya fólk", Margit Baadsager "Góða systir - ein dagbók til Arnvør", Turið Thomsen "Í løtuni", Solby A. Christiansdóttir "Gloymdur", Carl Jóhan Jensen "Terningar", Sólrún Michelsen "Ein táttur er silvur", Jóanes Nielsen "Jarðarferðin", Sámal Soll "Virus", Steintór Rasmussen "Ein er tíðin at liva", Olaf S. Thomsen "Ævisøgan um monologin", Jógvan Isaksen "Arktis", Jón Thorsteinsson "Søgur úr býnum" og ivaleyst onkrar aftrat.
Ein tílík røð av prosabókum er ikki áður sæð eitt føroyskt bókaár, men hvussu ber tað til, at bæði áratíggjuni 1990 og árið 2019 eru at meta sum undantaksskeið í føroyskari bókaútgávu? Hyggja vit at londunum uttan um okkum, so hevur lyrikkurin gamaní fittan týdning, men tað er einahelst millum tey fáu, tí uppløgini eru smá. Tað eru prosabøkurnar sum selja, og her er tað einahelst skaldsøgurnar. Men hvussu ber tað til, at lyrikkurin hevur verið ráðandi í føroyska bókaheiminum í so mong ár?
Tóroddur Poulsen er bæði skald og myndlistamaður, og tað sæst á hesi vøkru permuni á "Sót og søgn"
Kvæðahevdin
Jens Pauli Heinesen, prosamaður um nakar, letur einastaðni ein av sínum persónum pástanda, at tað er tann bera leti, ið fær fólk at skriva yrkingar heldur enn skaldsøgur. At skriva eina skaldsøgu er eitt drúgt og ofta tungt arbeiði, ímeðan tú, tá ið tað snýr seg um yrkingar, kanst skriva eina nú og tá, og tá ið ein tíð er fráliðin, so hevur tú eitt yrkingasavn.
Ivist kortini í, at Jens Pauli sjálvur fullur og heilur tekur undir við hesum pástandi, tí bestu vinmenninir á ungdómsárum vóru Tummas Napoleon Djurhuus og Ólavur Michelsen, og báðir vóru einahelst lyrikarar. Uppáhaldið er uttan iva sett fram fyri at arga, og tí hann sum mong onnur hevur undrast á, hví lyrikkurin hevur so stóran leiklut í føroyskum bókmentum.
Nakra rættiliga frágreiðing havi eg heldur ikki, men giti mær til, at tann føroyska kvæða og táttahevdin ger seg galdandi. Føroyar høvdu í øldir ongar skrivligar bókmentir, men bara munnligar, har kvæðini vóru tey mest virdu. Um somu tíð var táttayrking og veitsluspøl sum at senda drunn nógv umhildin, og hetta hevur laðað upp undir siðvenjuna at seta ørindir saman. Mítt boð er, at tað eru leivdirnar av hesi siðvenjuni, sum enn gera seg galdandi í Føroyum, men at vit um somu tíð eru í ferð við at laga okkum til mynstrið, sum er ráðandi í grannalondunum. At prosa fær ein størri og størri leiklut.
Fantasybøkurnar eru ikki nógvar í føroyska bókaheiminum, men "Hin útvaldi" eftir Sólrún Michelsen er ein av teimum. Edward Fuglø evnaði kápuna til.