Jógvan Isaksen hevur skrivað eina krimi aftrat

Stjórin á Listasavninum verður funnin krossfestur á norðurbróstinum í Havnar Kirkju, og ta gátuna royna Hannis Martinsson og hansara hjálparmenn at svara

Gamli Bókhandil
7. desember 2024 kl. 00:22

Gamli Bókhandil skrivar soleiðis um nýggjastu krimina hjá Jógvani Isaksen, sum eitur ALTARTALVAN:

So var nýggjasta bókin hjá Jógvan Isaksen her!

Altartalvan "Tann heilaga Kvøldmáltíðin" frá 1647 hvørvur úr Havnar Kirkju, meðan ramman stendur eftir. Á baksíðuni á hesari er ein gamal skurður inn í viðin, IHS. Hevur tað samband við vitjan av einum jesuitti í 1600-talinum?

Tá ið danski stjórin á Listasavninum stutt seinni verður funnin krossfestur á norðurbróstinum í kirkjuni, tysja spurningarnir fram. Hannis Martinsson við sínum trúgvu hjálparmonnum Edmundi West og Haraldi í Sátudali royna at fáa skil á fløkjuni.