Jógvan á Lakjuni letur nú úr hondum bókina "Brøv frá Lív", sum hann hevur týtt úr norskum. Talan er um eina lítla, men sera aktuella bók, heldur Jógvan sjálvur.
- Smáar bøkur kunnu vera innihaldsríkar og týdningarmiklar, og ”Brøv frá Lív” er avgjørt ein slík bók. Fyri árum síðan fekk eg hana upp í hendurnar á norskum. Bókin er eisini á donskum, og eg nýtti hana onkuntíð í undirvísing míni í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum.
- Kom fram á hana aftur herfyri, og nú ið tosað verður um at lóggeva um fría fosturtøku í Føroyum, helt eg, at eg skuldi umseta bókina til føroyskt. Hon er eitt grípandi íkast til hetta sera viðkomandi kjakið og er skrivað við støði í sonnum hendingum, skrivar Jógvan í fororðunum.
Søgan snýr seg um eina unga gentu, sum sendir nøkur brøv til farbróður sín. Hon er við barn, og unnusti hennara og foreldrini, bæði hansara og hennara, hava lagt trýst á hana at velja fosturtøku. Hon sær sær als ongan útveg.
- Henda bók átti at verið kravdur lesnaður hjá foreldrum og skúlanæmingum, skrivaði forlagið Lohse, tá ið bókin kom út í Danmark.
- ”Brøv frá Lív” má sigast at vera eitt sterkt og rørandi íkast til kjakið um fría fosturtøku, kanska eitt av teimum sterkastu – einføld og erlig – bara orð frá gentuni sjálvari, sigur Jógvan á Lakjuni.
Tað er bókaforlagið, Forlagið Heima, sum stendur fyri útgávuni.
Bókin fæst í bókabúðunum og frá forlagnum og kostar 99,- kr.