Í sínari fyrstu State of the Union-talu, so nevndi amerikanski forsetin, Joe Biden, millum annað, at vesturheimurin var fyrireikaður upp á, at Russland fór at gera innrás í Ukraina.
– Gjøgnum søguna hava vit lært, at tá einræðisharrar ikki gjalda ein prís fyri teirra aggressiónir, so elva teir til meira ruðuleika.
– Kostnaðurin og hóttanirnar móti USA og heiminum fara at halda fram við at vaksa, segði amerikanski forsetin millum annað.
Sambært Biden, so vísti russiski forsetin, Vladimir Putin, ongan áhuga at forða fyri einum kríggi.
– Kríggið hjá Putin var tilætlað og ógrundað. Hann kveistraði burtur allar diplomatiskar royndir. Hann trúði, at vesturheimurin og Nato ikki fór at reagera. Og hann trúði, at hann kundi spjaða okkum her heima, men Putin tók feil. Vit vóru til reiðar, segði Joe Biden.
Amerikanski forsetin rósti ukrainska fólkinum fyri teirra dirvi.
Eisini boðaði Joe Biden frá, at USA letur amerikanska loftrúmið aftur fyri russiskum flogførum, eins og ES og Kanada hava gjørt frammanundan, og so kunnu russisku oligarkarnir ikki vænta sær nakra serviðgerð.
Amerikanska stjórnin fer eisini at veita Ukraina fleiri vápn og humanitera hjálp.
Umframt at tosa um støðuna í Ukraina, so snúði fyrsta State of the Union-talan hjá amerikanska forsetanum seg nógv um vaksandi inflasjónina í USA.
Undirtøkan fyri Joe Biden sum forseta hevur ongantíð verið lægri enn júst nú, so tí verður hildið, at talan í nátt føroyska tíð eisini var ein roynd at betra um sítt umdømi, nú Demokratarnir síggja út til at missa meirilutan í amerikanska umboðsmannatinginum og í Senatinum til miðskeiðisvalið tann 8. november í ár.