Joe Biden vann forsetaembætið men tapti valið

3. november var forsetaval í USA, og hóast úrslitini í ymsu statunum ikki eru formliga váttaði enn, tykist tað greitt, at Trump má pakka saman og flyta út úr Hvítu húsunum tann 20. januar

Tóri Højgaard
24. november 2020 kl. 14:00

Forsetin sjálvur hevur í skrivandi stund ikki sjálvur góðtikið tað, ið eftir øllum at døma, er úrslitið. Tvørturímóti heldur hann fast við, at tað er óreglusemi, og enntá beinleiðis valsvik, ið er orsøkin til tapið. Tískil er forsetin farin undir at fyrireika hópin av sakarmálum, ið, sambært honum og hansara stuðlum, at enda fara at gera, at Trump kortini vinnur. Flestu miðlarnir meta tó, at Trump hevur lítlan og ongan møguleika at fáa broytt úrslitið nakað nevnivert við øllum sínum sakarmálum.

Tað er sjálvandi ógvuliga áhugavert at vita, hvør vann Hvítu húsini, Trump ella Biden? Men tað er minst líka áhugavert at hyggja eftir, hvør vann valið sum heild? Tí valið í USA er annað og meir enn bert forsetavalið.

Men áðrenn hugt verður eftir politisku avleiðingunum av valinum, er tað viðkomandi at spyrja, hvussu tað yvirhøvur kann vera gjørligt at sáa iva um reglusemið á forsetavalinum? Tað stutta svarið er: Met nógvar brævatkvøður.

Avbjóðingin við brævatkvøðum
Í USA er vanligt, at umleið 25 prosent av veljarunum greiða brævatkvøðu umvegis skipanina, ið tey rópa ”absentee balloting”. Tað er atkvøðugreiðsla, tá man ikki hevur møguleika fyri at greiða atkvøðu á valstaðnum. Veljarin setir seg í samband við valmyndugleikarnar og biður um at fáa ein brævatkvøðuseðil. Viðkomandi skal vanliga fylla út eitt umsóknarblað og vísa á nøktandi samleikaprógv, og síðani verður ein atkvøðuseðil sendur, sum viðkomandi síðani fyllir út og sendir aftur til valmyndugleikarnar. Ymiskar trygdarfyriskipanir skulu tryggja, at valsvik ikki fer fram.

Hetta verður tó ein avbjóðing, tá talið av teimum, ið ynskja at brævatkvøða, er so stórt sum í ár. Tilgongdin at sleppa at brævatkvøða kann vera bæði drúgv og fløkt, og tá vallutøkan er so høg sum í ár, kann trýstið gerast so stórt, at valmyndugleikarnir ikki klára at fylgja við, og tískil kunnu umsitingarligir feilir koma fyri.

Undanvalið í Wisconsin er eitt dømi um hetta: Fleiri túsund fingu ongantíð sín atkvøðuseðil, 1.600 atkvøðuseðlar vóru funnir á einum posthúsi dagin eftir valið, og 23.000 atkvøðuseðlar vóru ógildaðir, tí teir ikki luku formligu krøvini. Í Pennsylvania vóru eisini trupulleikar á undanvalinum: Hóast man valdi at útseta undanvalið, vóru umleið 50 prosent av atkvøðunum ikki liðugt taldar eina viku eftir valdagin. Í Virginia vóru umleið ein hálv millión umsóknir um brævatkvøðuseðil skeivt fyltar út, og av tí sama vóru fleiri atkvøðuseðlar sendir til skeivar persónar.

Í 2012 skrivaði The New York Times at: “Tað er tvørpolitisk semja um, at brævatkvøður, óansæð ávirkan á úrslitið, eru lættari at misbrúka enn aðrir atkvøðuhættir.”

Hetta sóu vit í mai mánað í 2020, tá New Jersey helt fyrsta undanvalið, har veljarin bert kundi brævatkvøða. Ein mánað seinni vóru fýra persónar skuldsettir fyri valsvik við brævatkvøðum. Ein av persónunum játtaði seg sekan í at hava stolið atkvøðuseðlar úr postkassunum hjá veljarum, og ein annar játtaði seg sekan í at hava gjørt ein dátugrunn við undirskriftunum hjá møguligum veljarum, og síðani at brúka hesar undirskriftir til at fylla brævatkvøðuseðlar út í navninum hjá hesum veljarunum.

Ein annar trupulleiki er skipanin, ið verður rópt ”ballot harvesting”, ella ”atkvøðuinnsavnan”: Triðimaður, ofta ein politiskur aktivistur, gongur hurð til hurð og savnar inn atkvøðuseðlar frá teimum, ið ynskja at brævatkvøða. Fyrimunurin er, at veljarin sleppur undan at senda atkvøðuseðilin við postinum, men vansin er at triðimaðurin veit, hvat viðkomandi veljari ætlar at atkvøða, og tí kann kroysta veljaran at atkvøða fyri einum ávísum valevni, kann broyta atkvøðuna ella bara tveita hana burtur. Tað eru tó ikki allir statir, ið loyva atkvøðu innsavnan.

Síðsti vansin, sum vit hava sæð í ár, er, at tað er nógv drúgvari at bíða eftir endaliga úrslitinum, tá óvanliga nógvar brævatkvøður eru. Og tað í sær sjálvum skalar trúvirðið hjá valinum.

Alt hetta merkir sjálvandi ikki, at Biden vann forsetavalið við at svika. Tað merkir bert, at uppáhaldið um óreglusemi, ella beinleiðis svik, kemur ikki av ongum, og at amerikanska valskipanin er als ikki so skotsikkur, sum vit ganga og billa okkum inn. Tí er tað ikki púra burturvið, at eitt valevni ikki vil góðtaka eitt valúrslit, har ógvuliga lítil munur er millum valevnini (hóast tað avgjørt kann gerast á meira virðiligan og skilagóðan hátt, enn vit í ár síggja dømi um). Hinvegin, so skal eisini viðmerkjast, at sambært “Cybersecurity and Infrastructure Security Agency”, so var valið í 2020 tað tryggasta í amerikanskari søgu.

Til stuttleika kann man nevna, at tað verður hildið, at Lyndon B. Johnson, ið var forseti í USA frá 1963 til 1969, framdi valsvik fyri at vinna sær sess í Senatinum í 1948. 13 dagar eftir valið vóru fleiri nýggir atkvøðuseðlar funnir, og bróðurparturin av atkvøðunum fór til Johnson, sum endaði við at vinna við bert 87 atkvøðum fleiri enn kappingarneytin. Hóast ein kanning varð sett í verk, so fekk gølan, ið verður rópt “The Box 13 scandal”, ongar avleiðingar fyri nakran.

Men um vit venda aftur til forsetavalið í 2020, og ganga út frá, at mongu sakarmálini ikki flyta so mikið, at úrslitið broytist, og at endin tí verður, at tað formliga verður staðfest, at Biden hevur vunnið, hvat merkir tað so fyri amerikanskan politikk komandi tíðina?

Republikanski flokkurin tapti – men vann
Hóast sjálvt forsetavalið er tað, ið fyllur mest í miðlunum – serliga her um okkara leiðir – so var ein hópur av øðrum valum samstundis. Men næst aftaná sjálvt forsetavalið er tað serliga valið til amerikanska lóggávuvaldið – Kongressina, ið er áhugavert.

Kongressin er býtt sundur í Senatið og Umboðsmannatingið. Senatið hevur tveir limir úr hvørjum stati, ella 100 í alt, ið verða valdir fyri seks ár í senn, men ein triðingur skal veljast hvørji tvey ár. Umboðsmannatingið telur 435 limir, ið verða býttir út á statirnar eftir fólkatalinum í einstaka statinum og sita í tvey ár. Tann 3. november skuldu tískil 435 fólk veljast í Umboðsmannatingið og 35 fólk veljast í Senatið.

Undan valinum spáddu fleiri eygleiðarar og veljarakanningar, at ein blá bylgja fór at koma skolandi og flyta Senatið yvir í fangið á demokratunum og styrkja flokkin munandi í Umboðsmannatinginum. Fyrrverandi demokratiski leiðarin í Senatinum, Harry Reid, var vísur í, at demokratarnir fór at vinna Senatið: “Eg haldi at vit fara vinna í Colorado, vit fara at vinna í Montana, vit fara at vinna í Maine, vit fara at vinna í North Carolina”, segði hann við miðilin MSNBC. “Vit fara at vinna í Arizona, vit fara at vinna í Iowa og vit fara at vinna í Alaska.”

Men í heila tikið vísti tað seg, at Reid rakti við síðuna av. Sum væntað, so vunnu republikanarar lættliga ein sess í Alabama og demokratarnir vunnu lættliga ein sess í Colorado. Í Arizona kláraði republikanski senatorurin Martha McSally seg frægari enn veljarakanningarnar spáddu, men endaði kortini 2,5 prosent aftanfyri demokratin Mark Kelly, og misti tí sín sess.

Hini demokratisku senatsvalevnini taptu øll síni val, og tá dustið hevði lagt seg, hevði republikanski flokkurin tryggja sær 50 sessir. Eftir eru tveir senatssessir í Georgia, og av tí at onki valevni fekk meir enn 50 prosent í teimum báðum valunum, skulu umval haldast tann 5. januar. Á teimum valunum sleppa bert tvey tey ovastu valevnini í hvørjum valstríði at kappast um sessirnar.

Republikanarin David Perdue stríðist fyri at varðveita sín sess. Kappingarneytarnir tann 3. november vóru demokraturin Jon Ossof og libertarianarin Shane Hazel. Úrslitið gjørdist, at Perdue fekk 49,7 prosent, Ossof fekk 48 prosent og Hazel fekk 2,3 prosent. Hazel gjørdist nummar trý og verður tískil ikki við í stríðnum tann 5. januar.

Í hinum senatsessinum í Georgia situr republikanarin Kelly Loeffler. Hennara kappingarneytar vóru demokraturin Raphael Warnock og Doug Collins, ið eisini er úr republikanska flokkinum. Úrslitið tann 3. november var, at Warnock endaði fremst við 32,9 prosentum av atkvøðunum, Loeffler fekk 25,9 prosent og Collins fekk 19,9 prosent, og verður tí ikki við tann 5. januar. Tað ger sjálvandi at valstríðið um hendan sessin sær betri út hjá demokratunum, enn valstríðið um hin sessin í Georgia. Men havast skal í huga, at um vit leggja atkvøðurnar hjá báðum republikansku valevnunum saman, so verður úrslitið 45,8 prosent til republikanararnar og 32,9% til demokratin – altso ein greiður meiriluti til republikanska flokkin. Man kann tí skjótt koma til ta niðurstøðu, at tað kann gerast trupult hjá demokratunum at vinna sessirnar í Georgia.

Í Umboðsmannatinginum gekk uppaftur verri. Eins og í Senatinum væntaðu eygleiðarar, at republikanski flokkurin fór at missa sessir í Umboðsmannatinginum, men í skrivandi stund hava teir, sambært New York Times, tikið 11 sessir frá demokratiska flokkinum og bert mist tríggjar av sínum egnu, og hava nú 204 sessir móti teimum 218 í demokratarnir hava. 13 valúrslit mangla enn, men republikanski flokkurin væntar sjálvur at enda við millum 208 og 212 sessum, ið ikki er langt frá teimum 218, ið skulu til fyri at fáa ein meiriluta.

Nancy Pelosi, ið er formaður í Umboðsmannatinginum, hevur roynt at verja úrslitið og víst á, at demokratarnir varðveittu sín meiriluta og at tað er ein sigur í sær sjálvum. Men sambært CNN, so kann man ikki spinna seg burturúr tí – úrslitið hjá demokratunum er so vánaligt, at tað er á markinum til at vera ein vannlukka. Vánaliga úrslitið hevur, sambært miðlinum The New York Post, fingið demokratisku leiðsluna í Umboðsmannatinginum at heita á sínar tinglimir, um ikki at taka av tilboðum um størv í nýggju Biden-stjórnini, tí man er bangin fyri at tað fer at merkja, at man missur enn fleiri sessir, tí um ein limur í kongressini fer í starv hjá útinnandi valdinum, má viðkomandi siga tingsessin frá sær.

At enda, so eydnaðist tað eisini republikanska flokkinum at vinna meirilutan í lokala lóggávutinginum í New Hampshire. Demokratarnir kláraðu hinvegin ikki at koppa nakað lokalt lóggávuting til sín. Hvør statur hevur egið lóggávuvald, ið er býtt í tvey kømur eins og Kongressin. Lokala lóggávuvaldið lóggevur í málum, ið bert viðvíkja viðkomandi stati.

Eftir valið tann 3. november hevur republikanski flokkurin ræði á báðum kømurunum í lóggávuvaldinum í 30 statum, og júst í 2020 er hetta sera umráðandi. Amerikanska grundlógin ásetur, at fólkateljing skal vera hvørji tíggju ár. Hendan fólkateljing varð gjørd í ár, og tá úrslitið er klárt einaferð í 2021 verður tað brúkt til at býta sessirnar í Umboðsmannatinginum millum einstøku statirnar tey næstu tíggju árini. Í tí sambandi skulu øll 435 valdømini tillagast, og tað eru lokalu lóggávuvaldini, ið gera tær tillagingarnar. Í stuttum so merkir tað, at republikanski flokkurin fer at fáa stóra ávirkan á, hvussu valdømini vera skipað í teimum 30 statunum, har flokkurin hevur ræðið á lóggávuvaldinum, og tískil kann flokkurin brúka sína ávirkan til at royna at tryggja sær, at broytingarnar verða til fyrimunar fyri flokkin.

Um illa vil til hjá demokratunum, so kunnu hesar broytingar føra við sær, at flokkurin missur meirilutan í Umboðsmannatinginum og, at flokkurin fær trupult við at vinna hann aftur fyrrenn valdømini aftur verða broytt aftaná fólkateljingina í 2030.

Úrslitið er ein trupulleiki hjá Biden
Tað er serliga støðan í Senatinum, ið kann gerast ein trupulleiki hjá Joe Biden. Vinna demokratarnir báðar sessirnar í Georgia verður býtið 50-50. Tað merkir, at Kamala Harris, sum varaforseti, kann atkvøða saman við demokratisku senatorunum og harvið tryggja ein meiriluta. Men tað merkir eisini, at demokratiski leiðarin í Senatinum, Chuck Schumer, má rokna við at skula reka allar sínar tinglimir í rætt hvørjaferð demokratarnir ynskja at samtykkja eitt mál í Senatinum.

Verður støðan hinvegin at republikanski flokkurin vinnur annan ella báðar sessirnar í Georgia, og harvið tryggjar sær ein meirIluta, sær støðan hjá Biden-stjórnini uppaftur truplari út. Fleiri av teimum víðgongdu uppskotunum, so sum gera Washington D.C og Puerto Rico til statir (og harvið geva demokratunum fýra senatorar afturat), at økja um talið av hægstarættardómarum, ”The Green New Deal” og at avtaka “the filibuster”, hava tá ongan kjans yvirhøvur. Tað verður eisini trupult hjá Biden at fáa onnur mál í gjøgnum – eitt nú eina umskipan ella avtøku av skattalættanum hjá Trump. Tað er somuleiðis útilokað, at Biden kann geva ráðharrasessir til eitt nú Bernie Sanders og Elizabeth Warren, ið hoyra til ytsta vinstravongin í flokkinum, eins og tað er útilokað, at Biden kann tilnevna ein hægstarættardómara, ið minnir um til dømis Ruth Bader Ginsburg, skuldi ein sessur verið tøkur í valskeiðinum.

Í heila tikið, so kann tað enda við at tað bert verður tað við náði frá Mitch McConnell, at Biden fær nakað samtykt í Senatinum komandi tvey árini – og sum viðurskiftini eru millum demokratarnar og republikanararnar, so er tað ivasamt, hvussu nógva náði Biden fer at finna hjá McConnell.

Umboðsmannatingið kann eisini geva orsøk til høvuðbrýggj hjá Biden. Við einum ógvuliga lítlum meiriluta verður tað sera umráðandi, at allir tinglimirnir fáast at ganga í takt. Hetta kann serliga vera ein avbjóðing við teimum á ytsta vinstraveinginum, eitt nú Alexandria Ocasio-Cortez, ið óivað fer at krevja at Biden gongur nøkrum av hennara ynskjum á møti afturfyri at fáa hennara stuðul til síni uppskot – uppskot, sum tað helst verður trupult at fáa gjøgnum eitt republikanskt Senat.

Boðberðin og boðskapurin
Tølini frá valinum vísa, at Trump fekk bæði svørt og látínamerikanarar at velja republikanska flokkin í størri mun enn onnur republikansk valevni í nýggjari tíð. Eitt dømi er Star County í Texas, sum, í prosentum, hevur hægsta talið av íbúgvum av látínamerikonskum uppruna í landinum – heili 95,7 prosent. Í 2016 fekk Hillary Clinton 79 prosent av atkvøðunum. Í 2020 fekk Biden 52 prosen av atkvøðunum. Í Florida fekk Trump nógv fleiri svartar og látínamerikanskar atkvøður enn í 2016. Konservativir viðmerkjarar hava víst á, at verðslig, rík, hvít fólk flyta frá republikanska flokkinum til tann demokratiska, meðan tey meira konservativu svørtu og látínamerikonsku rýma úr demokratiska flokkinum yvir til republikanska flokkin.

Exit-poll kanningar frá valinum vísa eisini, at Trump, í mun til 2016, hevur økt um sína undirtøku hjá øllum bólkum uttan hvítum monnum. Bæði svørt, látínamerikanarar og kvinnur sum heild valdu Trump í nógv størri mun í 2020 enn í 2016.

Hetta siga summir eygleiðarar er ein ábending um, at sum heild hevur politikkurin hjá Trump verið væl umtóktur millum fólkið, hóast forsetin sjálvur sum heild hevur verið illa lýddur. Veljarin lønti teimum republikansku valevnum, ið framdu, ella lovaðu at fremja, politikkin hjá forsetanum, men vrakaði boðberan – forsetan sjálvan.

Hinvegin so vrakaði veljarin, eftir øllum at døma, tann meira víðgongda politikkin hjá nógvum av demokratisku valevnunum, og sum nógvir av demokratunum vildu hava Biden at arbeiða fyri. Veljarin valdi ein forseta, ið helst ikki kemur at fylla líka nógv sum tann undanfarni; ein forseta, ið man sleppur frá at huga um til dagligt, men vildi kortini ikki geva honum stórvegis vald til at seta sín politikk í verk.

Sum ein konservativur eygleiðari viðmerkti: Fólki vrakaði boðberan hjá republikanska flokkinum og boðskapin hjá demokratiska flokkinum.

Vísur tann eygleiðingin seg at vera røtt, hava vit neyvan hoyrt tað seinasta til Donald Trump, og hevur hann lív og heilsu í 2024, er tað als ikki óhugsandi, at hann fer at gera eina roynd at endurvinna forsetaembætið. Tað sigst eisini, at nú skjótt fyrrverandi forsetin arbeiðir við einari ætlan um at stovna egna fjølmiðlafyritøku, ið skal kappast við FOX.

Samanumtikið, so er tað eydnast demokratunum at vinna á einum sitandi forseta, ið er eitt ógvuliga sjáldsamt bragd. Men sum restin av valunum spældu av, er tað ósannlíkt, at sigurin verður teimum so søtur sum teir høvdu vóna.

(Greinin er skrivað 18. november, og er bygd á tey úrslit ið vóru tøk tá.)