Joe Biden, forsetin í USA, hevur náðað allar fangar, sum hava føderalan dóm fyri at hava smáar nøgdir av marijuana um hendi.
Amerikanskir myndugleikar siga sambært BBC, at avgerðin fer væntandi at hava ávirkan á umleið 6500 amerikanarar, sum hava fingið dóm fyri marijuana.
Tað eru fáir amerikanarar, ið sita í føderalum fongslum, ella samveldisfongslum, fyri marijuanadóm, tí flestu teirra eru dømdir í einstøku statunum, og sita tí eisini dómin av í statsfongslum, men avgerðin fer væntandi at gera tað lættari hjá teimum dømdu at finna innivist, útbúgving og arbeiði frameftir.
Undir valstríðnum lovaði Joe Biden, at hann ætlaði sær at avkriminalisera marijuana, umframt at hann hevði ætlanir um at umstoyta dómar fyri at hava marijuana um hendi.