Orsaka av hesum ræðuligu hendingunum mælir Joe Biden, forseti, í dag til, at kongressin setir í verk eitt forboð í móti kraftamiklum vápnum - ella álopsvápnum.
Hetta sigur hann í eini orðing, sum er send frá teimum hvítu húsunum
- Vit vita, at vápnakriminalitetur, sum er ein plága í øllum USA, krevur sterkari raðfesting, slær forsetin fast.
- Enn einaferð mæli eg kongressina til at taka eina avgerð sum skjótast, og smíða eitt lógarforboð í móti álopsvápnum og geva mær tað á skrivaraborðið, so amerikonsk nærsamfeløg, skúlar, arbeiðspláss og privat heim kunna verða trygg støð at uppihalda seg í, sigur Joe Biden.
Í fjør varð USA rakt av tilsamans 647 hópskotálopum sambært heimasíðuni Gun Violence Archive. Síðan telur hópskotálop sum skotálop har fýra ella fleiri verða skotin ella dripin.
/ritzau/AFP