Joe Biden ávarar um “atom-ragnarok” um Putin fremur sínar hóttanir í verki

Heimurin er nærri einari kjarnorkuvanlukku nú, enn vit vóru fyri 60 árum síðan, sigur forsetin í USA, Joe Biden

Sigurjón Einarsson
7. oktober 2022 kl. 11:14

Amerikanski forsetin sigur, at heimurin ongantíð hevur verið nærri einum kjarnorkukríggi síðan Kubakreppuna í 1962. Hetta, tí russiski forsetin, Vladimir Putin, blívur við at hótta við at brúka kjarnorkuvápn í Ukraina.

Tað segði Joe Biden, forsetin í USA, í samband við, at Demokratiski flokkurin var savnaður saman í New York.

Russiski forsetin hevur gjørt øllum greitt, at Russland uttan himpr fer at nýta kjarnorkuvápn til at verja økir, sum russar meta hoyrir til Russland.

Putin skemtar ikki
– Eg kenni hendan mannin væl. Hann fór so langt sum at brúka orðið “atom-ragnarok”. Putin skemtar ikki, tá hann tosar um at nýta kjarnorkuvápn, segði Biden millum annað til samlingina.

Tó sló hann fast, at fór Russland at nýta nakað slag av kjarnorkuvápnum, so fór tað at seta eld á ein stóran eld.

Eisini grundaði Biden yvir, hvussu Putin kann sleppa út úr støðuni, ið hann hevur sett í gongd.

– Nær verður spurningur settur við hansara støðu, at hann ikki bert kemur í ringt orð, men ítøkiliga verður máttleysur?

Mintist søguna
Joe Biden nevndi eisini í taluni, at hann mintist, tá Nikita Khrushchev, sovjettiski leiðarin, fekk loyvi til at seta kjarnorkuvápn upp í Kuba tann 8. oktober í 1962, hvussu amerikanarar svaraðu hart aftur, tá trygdin hjá tjóðini og restini av heiminum var upp á spæl.

Sovjetsamveldið tók kjarnorkuvápnini niður eftir langar samráðingar og hóttanir frá báðum síðum í november í 1962.

Síðan tá hevur heimurin ongantíð verið í nær námind einum kjarnorkukríggi inntil nú, sambært amerikanska forsetanum, Joe Biden.