Joe & the Shitboys og Brimheim á Roskilde Festival

Tvey føroysk nøvn vera at hoyra á Roskilde festivalinum í ár: Joe & the Shitboys og Brimheim. Sambært forsangaranum í Joe & the Shitboys, Fríða Djurhuus, er hetta ein fantastiskur møguleiki fyri teir.

Promomynd
Kristian Waag Dam
11. mai 2022 kl. 17:02

Fyrr í dag almenna kunngjørdi Roskilde Festivalurin, at Joe & the Shitboys og Brimheim vera at hoyra á festivalinum, sum verður í døgunum frá 25. juni til 2. juli. Roskilde Festivalurin er størsti festivalurin í Norðanlondum og telist eisini millum teir størstu festivalarnar í Evropa. Sambært forsangaranum í Joe & the Shitboys, Fríða Djurhuus, er hetta ein fantastiskur møguleiki fyri teir.

-Tað er sjálvandi kempi stórt at sleppa at spæla har. Roskilde er ein sovorðin størri útgáva av G! Festivalinum. Vit í bólkinum eru Sirkustypur og Sirkustypur elska G! Festivalin, sigur Fríði skemtandi, tá vit á Dimmalætting fingu orðið hann.

Í løtuni eru Joe & the Shitboys í Ipswich í Onglandi, har teir eru á konsertferð. Teir skulu millum annað framføra á The Great Escape festivalinum, sum er í Brighton, í morgin. The Great Escape Festival er ein tríggjar-daga tónleikafestivalur, sum verður fyriskipaður í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. Joe & the Shitboys er ikki einasti bólkurin úr Føroyum, sum skal spæla á The Great Escape festivalinum. Brimheim, Marius Ziska og Kóboykex skulu øll framføra á festivalinum. Orsøkin til at Føroyar vera umboðaði við fýra tónleikarum á festivalinum, er samstarvið millum G! Festivalin, The Great Escape Festivalin og Faroe Music Export (FMX).

Hetta er ikki fyrst ferð, at punkbólkurin er á konsertferð í Onglandi. Í septembur í fjør vóru teir eisini á konsertferð har. Teir hava satt at siga fingið betur støðufesti í Onglandi enn í Danmark. Tískil kom tað eisini eitt sindur óvart á, at teir nú skulu framføra á Rising pallinum á Roskilde Festivalinum.

-Tað er fantastiskt at fáa kjansin á Rising pallinum á Roskilde. Tað plagar ofta at vera bólkar, sum longu hava prógvað seg á danska pallinum. Tí er tað eisini stuttligt hjá okkum, at vit sleppa framat allíkavæl. Rising pallurin, sum føroyski punkbólkurin skal framføra á, er ein pallur fyri nýggjar tónleikarar, sokallaðar “upcoming” tónleikarar.

Samanbera vit punkbólkin við Brimheim, ið eisini skal framføra á Rising pallinum á Roskilde, so er hon á heimavølli. Brimheim er búsitandi í Danmark og framførir fyri tað mesta í Danmark. Brimheim hevur eisini framført í Føroyum áður, millum annað hevði hon nakrar framførslur í Føroyum í februar fyrr í ár. Brimheim verður eisini at hoyra í Føroyum á Voxbotn í summar.

Tað eru fleiri stór nøvn, sum hava spælt á Rising pallinum á Roskilde, millum annað danska sangarinnan, MØ, og danski bólkurin, Minds of 99. Millum høvuðsnøvnini á Roskilde Festivalinum í ár eru Post Malone, Dua Lipa og Tyler The Creator.

Joe & the Shitboys framføra á Rising pallinum á Roskilde tann 26. juni klokkan 17. Brimheim skal framføra tveir dagar aftaná. Hennara konsert verður 28. juni klokkan 20 á Rising pallinum.