Í døgunum frá 12. mai til 14. mai var tónleikafestivalurin, The Great Escape, á skránni, har fýra føroyskir tónleikabólkar framførdu. Teir føroysku bólkarnir, sum fóru á pallin í Brighton, har festivalurin varð hildin vóru Brimheim, Joe & the Shitboys, Marius Ziska og Kóboykex. Av føroysku tónleikarunum var tað serliga Joe & The Shitboys, sum bergtók fjøldina.
Føroyski punkbólkurin gjørdi tað so mikið gott, at bretska tónleikablaðið, NME, meti teirra framførslu at vera í topp tíggju á festivalinum. NME lýsir millum annað konsertina hjá Joe & The Shitboys sum eina vegforðing, av tí at øll vildu inn at hoyra bólkin framføra, men samstundis vildi ongin fara út.
The Great Escape Festival er ein tríggjar-daga tónleikafestivalur, sum verður fyriskipaður í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. MAMA-festivalar reka The Great Escape, ið ynskir at vísa nýggjan tónleik í ymsum sjangrum. Festivalurin varð skipaður í 2006 og er vertur hjá umleið 300 bólkum, býttir millum 30 pallar um allan býin. Orsøkin til stóra talið av føroyskum tónleikarum á The Great Escape, er samstarvið millum G! Festivalin, The Great Escape Festivalin og Faroe Music Export (FMX).
Sjálvt um Joe & The Shitboys gjørdi tað framúr, so vóru framførslurnar hjá hinum bólkunum eisini væleydnaðar. Mikael Black, sum er partur av bólkinum hjá Marius Ziska, segði soleiðis um føroysku luttøkuna á festivalinum:
-Tann føroyska umboðanin á TGE eydnaðist sera væl. Tað at “showcase’in” hjá FMX og G! Festivalen var allarfyrst í programminum, og at har vóru so nógv, og týdningarmikil, fólk, skapti eitt “buzz” um føroysku bólkarnar. Allastaðni vit vóru, komu fólk at rósa framførslurnar, og vit komu í samband við nógv fólk innan tónleikavinnuna. Fleiri av hesum komu á seinnu konsertina vit spældu.
-Tá FMX presenterar føroyska tónleikapallin so sterkt, skapar tað eina umtalu, og hettar má fylgjast upp við fleiri líknandi tiltøkum/festivalum, so tað endar við at (FO) merkið aftanfyri ein artist uttanlanda er eitt kvalitetsstempul.
Sambært ummælarum og tónleikarunum, so var luttøkan hjá føroysku bólkunum á The Great Escape væleydnað. The Great Escape verður eftir ætlan aftur í mai í 2023.