Jóannes hevur vunnið fótafesti á altjóða pallinum

Mánadagin fekk hann landsliðsboð, og í kvøld fer hann at umboða barndómsfelagið fyri 30. ferð í Eiuropa

Jóannes Hansen
5. oktober 2023 kl. 14:28

Undan summarsteðginum var hann nakrar vikur so mikið darvaður av skaða, at hann ikki var førur fyri at spæla í juni mánað. Hann kom fyri seg aftur at vera við í síðsta umfari undan summarsteðginum, tá ið KÍ vann 2-0 á heimavølli ímóti HB, og higartil í ár hevur hann spælt 29 dystir.

Tað er 26 gamla Jóannes K. Danielsen, vongverjan í høgru hjá KÍ, sum tað snýr seg um. Nú leggja hann og liðfelagarnir síðstu hond á fyrireikingarnar til stóru uppgávuna, sum tað verður at spæla ímóti Lille úr Fraklandi:

-Hetta er øgiliga stórt. Vit gleða okkum, og vit vóna, at hetta verður stórt og minnisríkt kvøld saman við nógvum áskoðarum, sigur Jóannes K. Danielsen í samrøðu við heimasíðuna hjá KÍ

Faroesoccer.com veit at siga, at hann hevur spælt 164 landskappingardystir í bestu deildini og 13 í kappingini um løgmanssteypið, og so eigur hann nógvar altjóða royndir: 8 dystir í Champions League, 14 í Europa League og 7 í Conference League.

Skaðasteðgurin mundi vera orsøkin til, at hann frá fyrsta bríksli var á beinkinum, tá ið Ferencvaros úr Ungarn var gestur í málleysum javnleiki í Klaksvík. Tá varð Jóannes K. Danielsen skiftur inn 10 minuttir eftir steðgin, og síðani hevur hann verið sjálvskrivaður millum teir fyrstu ellivu. Tað vil siga, at hann higartil í ár hevur verið við í 6 dystum í Champions League, tveimum í Europa League og fyri einari viku síðani í fyrsta dystinum í bólkaspælinum, tá ið KÍ tapti 2-1 á útivølli ímóti Slovan Bratislava.

Royndirnar í altjóða fótbólti og avrikini á KÍ liðnum kundu lagt upp til, at KÍ vongverjin var fastur maður í landsliðshópinum, men soleiðis hevur tað ikki verið higartil. Jóannes hevur verið við í 10 landsdystum. Tann fyrsti var, tá ið Føroyar fyri fýra árum síðani, 15. oktober 2019, vunnu EM undankappingardyst á heimavølli ímóti Malta 1-0. Tá var Jóannes Kalsø Danielsen á vøllinum alla tíðina.

Á heysti í 2020 var hann mest sum fastur maður í teimum fýra í Nations League dystunum, tá ið úrtøkan var tríggir sigrar og ein javnleikur, og eisini í tveimum vinardystum. Hann var eisini við í tveimum vinardystum á sumri í 2021, men so misti hann landsliðsplássið. Hetta var, meðan hann royndi seg í Næstved í triðibestu donsku deildini.

Eitt sindur óvæntað var tað, at Jóannes ikki var millum teir, sum fingu landsliðsboð, tá ið hópurin varð úttikin til dystirnar ímóti Póllandi á útivølli og Moldova á heimavølli. Avboð bóru við sær, at Jóannes varð boðsendur, og hann var  eina løtu á vøllinum í 2-0 tapinum í Póllandi. Tá avloysti hann Gilla Róltantsson Sørensen.

Tá ið landsliðsúttøka var nú mánadagin, var Jóannes K. Danielsen á listanum.

Tað er ikki so undarligt, at Jóannes K. Danielsen er framrættaður vongverji, tí í unglingaárunum var hann álopsspælari. Í Europa er høvuðssetningurin at verja og at vera kaldur, neyvur og hugflogsríkur, tá ið tað eydnast at fáa fatur á bóltinum. Tá ræður tað um at varðveita hann sum longst, og Jóannes vísir aftur og aftur, at hann eisini í tí partinum er týdningarmikil á KÍ liðnum.

Í kvøld fer Jóannes K. Danielsen at umboða barndómsfelagið fyri 30. ferð í altjóða dysti. Einasta málið higartil skoraði hann 4. juli í 2019, tá ið KÍ í innleiðandi dysti í Europa League vann 4-0 á útivølli ímóti Tre Fiori úr San Marino. Tá staðfesti hann eitt korter undan leikloki trivaliga 4-0 sigurin. Í heimligu kappingini skoraði hann mikukvøldið í síðstu viku, tá ið KÍ á útivølli vann 2-0 ímóti EB/Streymi, og aftur sunnudagin var hann málskjútti, tá ið KÍ við 5-0 heimasigri ímóti ÍF tryggjaði sær FM heitið.

-Sjálvandi hevði tað verið hugaligt aftur í kvøld at verið málskjútti, men tað ræður um at vinna gott úrslit. Tað hava vit megnað fyrr í ár, tá ið mótstøðuliðið hevur verið roknað at vera stórfavorittur, og tað vóna vit fer at eydnast aftur ímóti Lille, sigur Jóannes K. Danielsen, sum í kvøld fer at umboða KÍ fyri 30. ferð í altjóða dysti.