B36 hevur gjørt avtalu við Jóannes Jakobsen um at vera høvuðsungdómsvenjari komandi kappingarár.
Jóannes er kent andlit í føroyskum fótbólti, og hann hevur drúgvar royndir sum leikari og venjari.
Hann hevur verið høvuðsvenjari í fleiri feløgum í bestu deildini. Í 2004 var hann eisini venjari hjá besta mansliðnum hjá B36. Í átta ár var Jóannes Jakobsen hjálparvenjari á føroyska A-landsliðnum hjá monnum.
Jóannes Jakobsen hevur eisini roynt leiklutin sum høvuðsungdómsvenjari í 2020 og 2021, tá hann var venjari hjá ungdómsvenjarunum í EB/Streymi.
Nýggi høvuðsvenjari fer spentur undir uppgávuna og tekur við longu mikudagin tann 4. desember.
Vit ynskja Jóannesi hjartaliga vælkomnum í B36 og takka undanmanni hansara, Lasse Deichmann Egelund, fyri gott arbeiði seinasta árið.