Tað eydnaðist ikki at velja nevnd á ársaðalfundinum hjá Skála fyrr í ár. Tí var neyðugt við eykaaðalfundi, og tá gekk tað væl at manna nevnd. Skála Ítróttarfelag skrivar soleiðis:
Tann 30. mars var eyka aðalfundur í Skála Ítróttarfelag. Gott 50 limir vóru møttir til fundin og høvuðsmálið á skránni var at fáa mannað eina starvsnevnd.
Í starvsnevndini sita í minsta lagið 4 og í mesta lagið 6 limir. Uppgávan hjá starvsnevndini er at seta samtyktir aðalfundanna í verk, at standa fyri rakstrinum av felagnum og at gera reglugerð ella arbeiðsætlan fyri aðrar nevndir.
Eftir eyka aðalfundin kundi staðfestast, at nýggj starvsnevnd kundi mannast við 6 limum.
NEVNDIN SKIPAÐ SEG
Nýggja starvsnevndin hevur nú skipað seg soleiðis:
Jóannes A. Prestá, formaður
Jógvan Andersen, næstformaður
Rókur V. Nilssen, kassameistari
Steingrím Jacobsen, skrivari
Petur Anker Poulsen, nevndarlimur
Sveinur Ellefsen, nevndarlimur
UMSJÓNARØKIR
Harnæst hevur nevndin skipað seg við fylgjandi umsjónarøkjum:
Umboðan og fyrisiting: Jóannes A. Prestá
Fíggjarviðurskifti: Rókur V. Nilssen
Samskifti: Jógvan Andersen
Stuðlar og tiltøk: Steingrím Jacobsen
Fótbóltur ung: Sveinur Ellefsen
Fótbóltur vaksin: Petur Anker Poulsen
UNGDÓMSNEVND
Á eykaaðalfundinum fekk starvsnevndin heimild at mannað eina ungdómsnevnd, ið nú er mannað av fylgjandi limum:
Drós Ellingsgaard
Jóna Eivindsdóttir Zachariasen
Poula Dulavík Berg
Ungdómsnevndin skipar seg í næstum við formanni, næstformanni og skrivara. Ungdómsnevndin skal í samráð við starvsnevndina skipa og tilrættisleggja ungdómsarbeiði felagsins.
SAMAN GERA VIT MUN
Felagið eigur nógvar ídnar stuðlar og nýggja nevndin vónar at enn fleiri hendur vilja verða við at stuðla arbeiðinum eftir teirra førimuni. Tað eru vit øll í nærumhvørvinum, ið saman gera ein mun og flyta felagið framá.
Vit takka fráfarandi nevndini fyri teirra megnar arbeiði seinastu árini. Vónirnar eru góðar, nú lagt verður til brots í kappingarárinum hjá øllum deildum, skrivar Skála Ítróttarfelag.